Hondbóltur

Finnur Hansson nýggjur hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum

Íslendingurin, sum hevur búð í Føroyum áleið helmingin av sínum lívi, skal hjálpa Dragan Brljevic til millum annað komandi EM-undankappingardystirnar.

Finnur Hansson saman við Mark Lausen-Marcher, samskipari hjá Hondbóltssambandinim (Mynd: hsf.fo)

Finnur Hansson saman við Mark Lausen-Marcher, samskipari hjá Hondbóltssambandinim (Mynd: hsf.fo)

2021-04-29 18:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður eitt kent andlit í føroysum hondbólti, sum nú tekur við starvinum sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum. Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.

Talan er um 41-ára gamla íslendingin, Finn Hansson, sum hevur búð í Føroyum í meira enn 20 ár. Finnur hevur myndað føroyskan hondbólt í hesari øldini; bæði sum leikari í fremstu deildini, á føroyska manslandsliðnum og seinnu árini eisini sum venjari.

Finnur Hansson avloysir Julian Johansen, sum hevur virkað sum fyribils hjálparvenjari hjá Dragan Brljevic.

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla EM-undanundankapping á heimavølli fyrst í juni. Spælast skal móti Finnlandi og Ísrael.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder