placeholder
Fótbóltur

Finnur og Roskilde hava slitið samstarvið

Áleyparin skal nú finna sær nýtt felag.

Finnur Justinussen, her í dystir fyri Næstved

Finnur Justinussen, her í dystir fyri Næstved

2019-10-25 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í summar skifti Finnur Justinussen til FC Roskilde, sum spælir í næstbestu donsku deildini.

Tað gjørdist bert til fimm dystir í Roskilde, har gøtumaðurin tilsamans leikti 138 minuttir. Finnur kom ikki á máltalvuna, eins og hann so ofta hevur gjørt í næstbestu donsku deildini, serliga fyri Næstved, og eins og hann so sera ofta hevur gjørt fyri Víking. 

Roskilde boðar frá, at partarnir skiltust í sátt og semju.

30-ára gamli áleyparin skal nú finna sær eitt nýtt felag. Hann býr í løtuni Keypamnnahavn saman við familjuni og hevur spælt fyri Fremad Amager, Næstved og ÍF Føroyar seinastu trý árini. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder