Fótbóltur

Finsku meistararnir lítlir favorittar móti teimum føroysku

Brak á Bolt leikvøllinum í annaðkvøld um pláss í bólkaspælinum á Conference League.

(Mynd: KÍ)

(Mynd: KÍ)

2024-08-28 19:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ var betri í fyrra dystinum, sum endaði 2-2. Nú hevur HJK Helsinki heimavøll, og tískil er finska liðið mett sum lítil víðari at koma víðari úr play-off umfarinum í Confernce League.

Hettta meta altjóða greinarnar og eisini ymisku veddingarfyritøkurnar.

Hjá millum annað B365 og NordicBet gevur ein heimasigur peningin aftur beint yvir tvær ferðir. Ein KÍ-sigur eftir 90 hevur odds 3,40 hjá báðum.

Soleiðis er mynstrið hjá teimum flestu. Finska liðið er eitt sindur størri favorittur, um hugt verður eftir oddsum fyri víðari luttøku. Um tað stendur á jøvnum aftur í morgin verður neyðugt við longdari leiktíð og møguliga brotssparkskapping fyri at avgera, hvør fer í deildarspælið (fyrr bólkaspæl).

Les eisini: - Skulu spæla hetta sum ein púra vanligan dyst

Spælt verður á graslíki og hitin hóskvøldið klokkan 19, lokala tíð, í Helsinki verður umleið 20 hitastig. Harvið eru umstøður rundanum eingin umbering hjá KÍ.

Spurningurin er, sum spælarar sum Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Deni Pavlovic kunnu spæla nakran veruligan leiklut.

Dysturin kann síggjast fyri eitt gjald á KÍ-varpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder