Fótbóltur

Fjepparar fylkjast í Frankfurt

DBU væntar yvir 15.000 danskar áskoðarar til dystin í kvøld. Stór virðing er millum liðini.

Donsku fjeppararnir eru spentir og hita nú upp ti l stórdystin móti Onglandi (Mynd: EPA)

Donsku fjeppararnir eru spentir og hita nú upp ti l stórdystin móti Onglandi (Mynd: EPA)

2024-06-20 13:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 17 verður brakið millum Danmark og Ongland, sum fyllur nógv millum danir, onglendingar - og eisini nógvar føroyingar - í dag.

Til ber at atkvøða fyri tínum favoritti á forsíðu okkara

Talan er um tvær tjóðir/fótbóltstjóðir, sum nógvir føroyingar kunnu og vilja fyrihalda seg til. Tað eru tvey lond, sum hava vunnið hvør sítt stóra heiti í vaksnamannafótbólti hjá monnum: Ávíkavist EM 1992 og VM 1966.

Í seinasta EM-endaspælið hittust liðini í hálvfinaluni á Wembley. Tá vann Ongland eftir longda leiktíð. Fleiri danir spæla, ella hava spælt, í Premier League, og virðingin í ensku leguni fyri Kasper Schmeichel, Kasper Højlund og serliga Christian Eriksen er stór.

[object Object]
Southgate og Eriksen heilsast eftir dyst á Wembley fyri nøkrum árum síðani. Tað hevur verið javnt í inannhýsis dystunum millum liðini undir Southgate og Hjulmand (Mynd: EPA)

Hetta hava Gareth Southgate og spælarar hansara verið inni á. Teir vita, at uppgávan í kvøld verður torført. Trýstið á onglendingar at avrika er stórt eftir heldur keðiliga dystin móti Serbia, men danir hava meira tørv á stigunum.

Kasper Hjulmand og hansara menn eru greiðir yvir, at heimsstjørnur eru á enska liðnum, og nógv skal til í kvøld.

Kanska yvir 15.000 danskir áskoðarar kunnu gera mun. Nógv løgregla er í gøtunum í Frankfurt, men eisini serliga nógvir danskir fjepparar í løtuni, skrivar tv2.dk.  Ein donsk tifo og mongu plastikkfløggini sum "Reyði Múrurin" hevði lagt, eru tikin burtur av trygdaráður. Danska fejpparaveitslan í Frankfurt heldur tó fra

EM 2024 - 2. umfar í bólkaspælinum
Í dag, hósdagin 20. juni
14.00: Slovenia - Serbia (KVF/DR1)
17.00: Danmark - Ongland (TV2)

Bólkur C:
1. Ongland 3 stig
2. Danmark 1 stig
3. Slovenia 1 stig
4. Serbia 0 stig

20.00: Italia - Spania (TV2)

Bólkur B:
1. Spania 3 stig *
2. Italia 3 stig *
3. Albania 1 stig
4. Kroatia 1 stig

Ein dyst færri

Mikudagin 19. juni (í gjár)
Albania - Kroatia 2-2 (1-0)

Les eisini: Stórur dagur við stórum liðum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder