Fótbóltur

Fjepparar vilja ikki hava HM annað hvørt ár

Fjepparabólkar úr 58 londum halda lítið um, at Fifa kannar møguleikan at skipa fyri HM í fótbólti oftari.

Frakland vann HM í fótbólti í Moskva 2018 (Savnsmynd)

Frakland vann HM í fótbólti í Moskva 2018 (Savnsmynd)

2021-09-08 16:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mai avgjørdi altjóða Fótbóltssamgongan (Fifa) at kanna møguleikan fyri at skipa fyri HM í fótbólti annað hvørt ár í staðin fyri fjórða hvørt ár, sum tað verður skipað í løtuni.

Tað var saudiarabiska fótbóltssambandið, sum kom við uppskotinum, skrivar Ritzau.

Men tað uppskotið fær hvørki undirtøku hjá Evropeiska fótbóltssambandinum (Uefa) ella frá 58 fjepparabólkum úr øllum heiminum.

Síðan 1950 hevur HM í fótbólti verið fjórða hvørt ár, og víst verður m.a. á, at hevði órógvað javnvágina milum lokalar kappingar, landskappingar, landspartakappingar og altjóða kappingar.

– Ein stórur meiriluti av fjepparum eru ímóti at hava HM annaðhvørt ár. Um tey í Fifa høvdu gjørt sær tann ómak at taka okkum við í viðgerðin av spurninginum, høvdu tey eisini vita tað, stendur m.a. í skrivinum frá teimum 58 fjepparabólkunum.

– Hví fara burturfrá nærum hundrað ára gamlari siðvenju orsakað av einum hugskoti uttan prógv fyri, at tað hevði gjørt spælið betri?

Higartil er talan tó bert um eitt hugskot, sum nú hevur møtt nógva mótstøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder