Í morgin, týsdagin 7. juni fara U21 dreingirnir á vøllin til seinasta dystin í hesari EM-undankappingini.
Mótstøðuliðið í morgin er Serbia, sum í løtuni er á triðja plássi í bólki H við 11 stigum, tvey stig frammanfyri Føroyar á fjórða plássi, og tá liðini hittust í Serbia í fjør, endaði tað við málleysum javnleiki.
Lagt er tí upp til ein spennandi dyst, sum verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík, og í hesum sambandi skipa KÍ og Klaksvíkar kommuna fyri fjepparatiltaki við upphiting til dystin, skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðuna.
Dysturin byrjar klokkan 16.15, og fjepparatiltakið byrjar klokkan 15.
Á skránni verður andlitsmáling, tónleikur og ymisk stuttlig fótbóltsspøl. Harumframt verða grillaðar pylsur og sunkist at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald