Fótbóltur

Fjølbroyttir fótbóltsdagar á FM1 byrja í Sarpugerði í kvøld

Fótbóltsskýlið verður sent klokkan 17.15, áðrenn sagt verður frá týðandi dystinum millum Víking og HB klokkan 18.30. Í morgin eru vit á Sandi - sunnudagin og mánadagin snýr tað seg um FM-stríð og botnstríð. Til ber eisini at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.

HB og Víkingur bresta saman í Sarpugerði í kvøld, har vinnarin fær 3. plássi - fyri tveimum mánaðum síðani sendi Víkingur HB úr steypakappingini við 4-0 sigri í seinni hálvfinaluni (Mynd: Jens Kr. Vang)

HB og Víkingur bresta saman í Sarpugerði í kvøld, har vinnarin fær 3. plássi - fyri tveimum mánaðum síðani sendi Víkingur HB úr steypakappingini við 4-0 sigri í seinni hálvfinaluni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-28 10:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

21. umfar í Meistaradeildini hjá monnum er fyri framman, og eins og so nógv av undanfarnu umførunum sæt tað ógvuliga spennandi út fyri allar partar av stigatalvuni.

Lagt verður fyri í Norðagøtu í kvøld, har HB og Víkingur spæla lykladyst í stríðnum um evropeiskt pláss. Um ein vinnari verður, verður hesin í góðari støðu undan seinastu seks umførini - meðan taparin kemur undir trýst í tætta riðlinum.

FM1 verður við frá byrjan til enda í  umfarinum. Lagt verður fyri við Fóbóltsskýlinum klokkan 17.15, sum verður sent beinleiðis úr Sarpugerði við navnframum gestum: Atla Gregersen, Víkinga-legendu og hjálparvenjara á A-landsliðnum, og Jákupi Ósa, fótbóltsíðindamanni á bolt.fo og Norðlýsinum.

[object Object]

Rúni á Reynatrøð reikar fyri. og aftaná er Brynjar Jacobsen Poulsen til reiðar at siga frá Víkingi - HB saman við Finni Justinussen. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.30.

Í morgin eru vit á Sandi, tá B71 mest sannlíkt flytur upp í Meistaraideildini eftir 15 ár í serliga 1. deild. Sunnudagin og mánadagin verður hildið fram við oddastríði, botnstríði og 3. Hálvleiki.

Sí yvirlit niðanfyri - til ber eisini at fylgja við á Portalinum 

21. umfar í Meistaradeildini - umframt "uppflytingardystur í 1. deild"
Fríggjadagin 28. august
18.30: Vikingur - HB (FM1)

Byrjað verður við Fótbóltsskýlinum úr Sarpugerði við Rúna á Reynatrøð áðrenn - klokkan 17.15.

Leygardagin 29. august
12.00: B71 - B36 II

Les eisini: Eftir 15-ára bíðitíð: B71 kann flyta upp leygardagin

Sunnudagin 30. august
15.00: B36 - B68
15.00: NSÍ - AB (FM1)

17.15: Skála - 07 Vestur (FM1)

Eftir dystirnar taka Trygvi Absalonsen og onnur samanum umfari í sendingini 3. Hálvleikur, sum byrjar klokkan 19.30

Mánadagin 31. august
18.30: KÍ - EB/Streymur (FM1)

Lurta eftir FM1 her

Stigatalvan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder