Fótbóltur

Fjølment fótbóltskapping fyri frítíðarskúlar í høvuðsstaðnum

Fríggjadagin varð skipað fyri innandurakapping fyri frítíðarskúlar í Tórshavnar kommunu. Vinnarin gjørdist Frítíðarskúlin á Argjahamri.

2022-05-23 19:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 20. mai 2022 skipaði Frítíðarskúlin í Hoyvík fyri innandura fótbóltskapping fyri frítíðarskúlar í Tórshavnar kommunu. 16 lið luttóku úr frítíðarskúlunum, ið eru felags um samanlagda virksemið.

Kappingin byrjaði kl. 12, tá fyrsti dysturin í bólki 1 varð spældur. Kappingin var skipað í fýra bólkar við fýra liðum, har vinnararnir av bólkunum sluppu víðari í ein finalubólk.

Innleiðandi vórðu 24 dystir spældir, og stuttligt var at síggja, hvussu íðin børnini vóru, bæði gentur og dreingir. Flestur dystirnir vóru sera javnir, tí heili 18 av dystunum endaðu við í mesta lagi einum máli á muni.

Liðini, ið komu víðari í finalubólkin vóru: Løgmannabreyt 2, Argjahamar 1 og Badmintonhøllin 1 og 2. Aðrir stovnar, ið vóru við, vóru frítíðarskúlarnir í Hoyvík, á Fløtum, Smílibýlið, Sankta Frans og Lítliskúli.

Umleið 160 børn luttóku á ymisku liðunum. Stovnarnir møttu eisini til tiltakið við nógvum áskoðarum, so í alt vóru umleið 400 børn, starvsfólk og nøkur foreldur í Hoyvíkshøllini, meðan kappingin var.

Vinnari av kappingini gjørdist Frítíðarskúlin á Argjahamri. Liðið vann 1-0 á Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í finaluni. Sostatt gjørdist Frítíðarskúlin á Argjahamri steypavinnari fyri frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu í ár.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder