Fótbóltur

Fjórðingsfinalur: Stóruppgerðin seinnapartin verður í Klaksvík

Har vitjar B36 klokkan 15. Í hinum trimum steypauppgerðunum eru tað Betrideildarlið móti liði úr 1. deild. Tveir dystir byrja klokkan 15 - hinir báðir byrja klokkan 17.15, og til ber at fylgja við á Portalinum.

Pætur Petersen og B36 vitja við Djúpumýru - Aron Jarnskor Ellingsgaard og Víkingur taka ímóti oddaliðnum í 1. deild, Skála (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Petersen og B36 vitja við Djúpumýru - Aron Jarnskor Ellingsgaard og Víkingur taka ímóti oddaliðnum í 1. deild, Skála (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-21 10:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vant verður vaksnamannafótbóltur 2. páskadag, og í hesum førinum er talan um 2. umfar í kappingini um Løgmanssteypið.

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Mánadagin 21. apríl, 2. Páskadag

15.00: 
EB/Streymur - AB
KÍ - B36

17.15: 
Víkingur - Skála
B71 - B68

Tað er bert ein "Betrideildaruppgerð". Hon verður í Klaksvík, har B36 vitjar. KÍ sendi steypavinnararnar út fyri tveimum vikum síðani - í undirtali á útivølli - og nú bíða grannarnir. 

Sí eisini: Endaligt: KÍ er víðari í steypakappingini

KÍ hevur vunnið á B36 í ár og hevur staðið royndirnar seinastu umførini, men B36 hevur eisini víst gott mótstøðuføri í ár og skal í dag royna at prika til steypaspøkilsi hjá teimum kongabláu.

[object Object]
Patrik Johannesen hevur skorað seinastu tríggjar dystirnar hjá KÍ - millum annað í 4-0 sigrinum á HB skírisdag (Mynd: Sverri Egholm)

Tað verður ein stór uppgáva hjá 1. deildarliðunum at skaka tey í Betrideildini. AB og Skála hava eisini útivøll - tað er áviakvist móti EB/Streymi og í Sarpugerði.

B71 hevur helst best fyritreytir at gera tað spennandi; B68 vantar eisini onkrar spælarar. Tó tapti B71 4-0 móti AB skírisdag, so sjálvsáliti er kanska ikki tað hægsta á Sandi í løtuni. 

Nógv mest bendir á, at tað verða fýra lið úr Betrideildini, sum spæla seg í hálvfinalurnar.

Til ber at fylgja gongdin ovast á portal.fo. Televarpið vísir dystirnar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder