Hettar vikuskiftið er umfar í ensku deildini. Og nakrir spennandi dystir eru á skránni.
Í dag klokkan 15.00 skal Tottenham spæla ímóti Wolverhampton Wanderers. Tottenham má sigast at vera stórfavorittur til dystin, og teir skulu eisini vinna, um teir skulu hanga í Liverpool, ið er á fyrsta plássið.
Klokkan 17.30 spæla Liverpool og Arsenal á Anfield. Liverpool liggur á fyrsta plássi, ímeðan liggur Arsenal á einum fimta plassið, og tí má roknast við at Liverpool eru favorittar. Liverpool hevur heldur ongan dyst tapt í ár.
Í morgin spæla bæði Chelsea, Manchester United og Manchester City. Manchester United er komi rættiliga fyri seg síðani Ole Gunnar Solskjær tók við sum venjari fyri tveimum umførum síðani, men Manchester City hevur tapt tveir teir seinasti dystirnar. Tað er tí rættiligt trýst á Manchester City at ikki missa sambandi við Liverpool og Tottenham áðrenn liðið skal spæla ímóti júst Liverpool um eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald