Føroyskir seyðahundadómarar eru javnan bodnir til grannalond okkara at døma seyðahundakappingar, og seinasta vikuskifti hendi tað aftur.
Hesa ferð var tað Elmar Reinert Fjallheim, sum varð boðin til Danmarkar at døma eina kvalifikatiónskapping hjá danska seyðahundafelagnum.
– At danska seyðahundaumhvørvið aftur vendir sær til ein føroyskan dómara, vísir, at føroyskir dómarar hava eitt gott umdømi og verða mettir at hava førleikar til at døma kappingar á høgum støði, skrivar Seyðahundasamband Føroya.
– Hetta er ein viðurkenning av tí fakliga førleika og teimum royndum, sum føroyska seyðahundaumhvørvið hevur bygt upp gjøgnum árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald