Í gjárkvøldið hevði ÍF Føroyar aðalfund á Oyrasundskollegiinum á Amager. Nógv ið umboðað felagið í fótbólti og hondbólti vóru møtt upp.
Greitt var stutt frá gongdini í felagnum seinasta árið, og rokniskapurin varð lagdur fram hjá. Fyrst hjá fótbóltinum, ið hevði eitt lítið yvirskot fyri rokniskaparárið 2020. Fótbóltsparturin hevur eitt sindur størri útreiðslur av at luttaka í kappingum enn hondbólturin, ið sær út til at fáa eitt stórt yvirskot. Endaligu tølini koma uppá pláss, eftir at kappingarárið er av í apríl. ÍF Føroyar hevur nógvar stuðlar í Føroyum – Bank Nordik er høvuðsstuðul hjá felagnum.
ÍF Føroyar hondbóltur hevur trý virkin lið: 1. liðið hjá monnum spælir í kvalifikationsrækken, ið er fimthægsta støði, og kvinnurnar spæla í Serie 1 (eitt støði lægri). 2. Liðið hjá monnum spælir í Serie 2. Kvinnur og menn venja hvørt týskvøld og hóskvøld og hava heimavøll á Amager.
Í nevndini hjá ÍF Føroyum hondbólti eru í løtuni: Beinta Sveinbjørnsdóttir, sum er forkvinna og úr Vestmanna, Stina av Kák Kollsker, Rógvi Reinert og Torstein Balle, tey trý eru úr Havn, og Margret Fjørðoy Petersen, ið er úr Hoyvík og er nýggjur limur í nevndini.
Hondbóltsnevndin avmyndað á heysti í fjør. Vestmenningurin Hanus Christophersen, ið er næstuttast til høgru, er júst fluttur heim. Margret Fjørðoy Petersen avloysir hann í nevndini. Annars eru tað fra vinstru: Rógvi, Beinta, Stina, (Hanus) og Torstein
Í nevndini hjá ÍF Føroyum fótbólti er Fróði Ludvg nýggjur limur. Havnarmaðurin bjóðaði seg fram á aðalfundinum í gjár - hann var í heysthálvuni venjari hjá 2. liði. Sunneva Tausen Magnussen úr Fámjin er framvegis forkvinna, og Kristianna Balle úr Havn og Elsa Splidt Jacobsen av Argjum halda eisini fram í nevndini. Eins og tey í hondbóltsnevndini eru tey virkin sum leikarar í felagnum eisini. Ein persónur afturat kemur helst í nevndina skjótt.
Jónfríð Hansen og Heðin Lisberg Olsen eru fyri kortum flutt til Føroyar eftir drúgva tænastu í nevndini. Tey stóðu á odda fyri kvinnuliðnum í heysthálvuni í 2019, og tískil skuldi nýggjur venjari finnast til kvinnurnar. Tað verður Martin Midjord, sum fer at standa á odda fyri liðnum. 30-ára gamli argjamaðurin spældi í nógv ár við AB, áðrenn hann flutti niður, har hann síðani hevur umboðað ÍF Føroyar. Martin hevði sína fyrstu venjing við liðnum í gjárkvøldið og skrivaði undir venjarasáttmála til aðalfundin.
Nýggi venjarin hjá kvinnunum, Martin Midjord, saman við forkvinnu felagsins (Mynd: ÍF Føroyar)
Tað verður ikki bert ein maður, ið skal átaka sær uppgávuna, ið nýggi nevndarlimurin Fróði Ludvig hevði farna hálvár. Tað verða heili tríggir, sum skulu standa á odda, tá 2. Liðið spælir sínar dystir. 24-ára gomlu Karl Martin Eivindsson Danielsen og Jákup Andrias Gaardbo, úr ávíkavist Hoyvík og Runavík, og 25 ára gamli Margeir Toftegaard ur Fulgafirði hava fingið uppgávuna. Eins og Martin hava teir umboða barndómsfelagið í millum annað fremstu røð í Føroyum. Hjá teimum trimum er talan um ávíkavist B36, NSÍ og ÍF. Teir venja allir sjálvir við ÍF Føroyum – bæði menninir og kvinnurnar venja hvørt mána- og mikukvøld og hava heimavøll á Kløvermarkini, ið er heilt tætt við Oyrasundskollegii.
Kvinnurnar spæla í Serie 1, 2. Liðið hjá monnum í Serie 3, og 1. liðið hjá monnum í Serie 1. Hjá teimum er Tórður Hentze framvegis venjari. Hann stóð í nøkur ár á odda fyri kvinnuliðnum, áðrenn hann tók við hjá monnunum seinasta summar. Allir venjararnir skrivaðu undir sáttmála fram til summarferiuna í samband við ársaðalfundin. Umframt tey trý nevndu liðini omanfyri, hevur ÍF Føroyar eitt Old Boys lið í fótbólti. Tað eru menn 32 +, og teir vunnu sína deild í fjør.
Sunneva Tausen Magnussen saman við Tórður Hentze, ið er vorðin ein ímynd í felagnum (Mynd: ÍF Føroyar)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald