Finalan í næststerkastu evropeisku kappingini varð spæld í Hamburg í kvøld. Tvey týsk feløg hittust, og ein føroyskur høgri vongur var í hvørjum hópi. Harvið fór ein føroyingur at vera við at vinna kappingina á fyrsta sinni líkamikið hvat. Tann av teimum sum spældi í finaluni endaði við gullheiðursmerki um hálsin.
Jóhan á Plógv Hansen spældi eina frálíka hálvfinalu í Hamburg í gjár við níggju skotum og níggju málum. Havnarmaðurin hevði eisini níggju skot í dag - tað seinasta eitt hoppiskot ímóti endanum sum ongan týdning hevði. Jóhan hevði tó avbjóðingar av Dejan Milosavljev fyrstu løtuna. Málverjin hjá Füchse hevði tvær stórbjargingar í sambandi við skot av høgra vongi.
Jóhan á Plógv fekk tó samanlagda yvirtakið og skoraði fimm ferðir. Tað eina málið í 2. hálvleiki stóð hann púra sjálvur fyri: Fiskaði bóltin í verjuni, streyk avstað og økti trygt til +4.
Jóhan á Plógv Hansen fekk nógv skot fyrstu løtuna. Eftir misjavna byrjan fekk fyrrverandi Kyndla-vongurin tamarhald á tí (Mynd: EPA)
Tað var Füchse Berlin, sum byrjaði dystin betri, men í stegðinum var Flensburg-Handewitt á odda við einum máli. Tað leikaði javnt á eina góða løtu, men so fór Flensburg frá. Tað sá út til, at liðið hjá Nikolaj Krickau hevði fleiri streingir at spæla uppá, og tað bilti ikki nakað serligt, at Jim Gottfridsson fekk beinleiðis reytt kort fyri at av óvart koyra armin upp í andlitið á Mathias Gidsel.
Júst Gidsel hevði Flensburg-Handewitt sum heild fínt tamarhald á: Heimsins besti hondbóltsspælari skoraði seks ferðir av 14 møguligum. Kevin Møller stóð væl í málinum við 13 bjargingum (31 prosentum).
Ímóti endanum var eingin ivi, og so kundu teir hjá Flensburg-Handewitt fegnast. Hetta var aðru ferð, at stóra felagið vann hesa kappingina - fyrru ferð var í 1997. Jóhan á Plógv Hansen spældi stóran leiklut hetta vikuskifti. 30-ára gamli vongurin umboðar Danmark í landsliðshøpi men er fyrsti føroyingurin, sum hevur vunnið European League.
Hákun West av Teigum var als ikki á vøllinum í dag. Hann og liðfelagarnir enda við silvuri í European League og í Bundesliguni. Füchse Berlin vann European League í fjør og hevur verið í sjey av teimum seinastu níggju finalunum.
EHF Finals (European League Final Four)
Finalan - í dag, sunnudagin 26.05
SG Flensburg-Handewitt - Füchse Berlin - 31-36 (15-14)
Jóhan á Plógv Hansen 5 mál (9 skot)
Sí eisini: Allan og Valur vunnu European Cup
Füchse Berlin skal spæla í Champions League næsta ár. Flensburg-Handewitt skal aftur spæla í European League vegna 3. plássið í Bundesliguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald