Hondbóltur

Allan og Valur vunnu European Cup eftir brotskøst

Strandingurin skoraði trý mál í sjálvum dystinum og var ísakaldur í brotskastskappingini í Grikkalandi, har Valur vann 5-4. Harvið hava Valur og Allan Norðberg skrivað søgu.

Allan Norðberg av Strondum hevur spælt seks ár í íslendskum hondbólti. Hann er fyrsti føroyingurin, sum hevur vunnið eitt evropeiskt steyp - Valur er fyrsta íslendska felagið, ið hevur vunnið slíka kapping (Savnsmund: Sverri Egholm)

Allan Norðberg av Strondum hevur spælt seks ár í íslendskum hondbólti. Hann er fyrsti føroyingurin, sum hevur vunnið eitt evropeiskt steyp - Valur er fyrsta íslendska felagið, ið hevur vunnið slíka kapping (Savnsmund: Sverri Egholm)

2024-05-25 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta íslendska felagið við einum evropeiskum steypi er Valur, og fyrsti føroyingurin at vinna eina evropeiska kapping er Allan Norðberg. Hetta er greitt eftir dramtastiskan dyst frammanfyri yvir 5.000 áskoðarum í Piræus í kvøld. 

Olympiakos var á heimavølli og fekk skjótt heintað fýra-máls leiðsluna hjá Vali frá fyrra dystinum. Íslendska liðið helt tó høvdið kalt í nógva larminum, og í mun til samanlagda úrslitið, var tað ógvuliga javnt eftir steðgin.

Nógv stóð á. Valur javnaði í seinasta álopi sínum, og Olympiakos rakti síðani yvirleggjaran. 31-27, samanlagt púra javnt og síðani varð farið beinleiðis til brotskøst. 

Áskoðarnir vóru við heimaliðnum, men øll brotskøstini hjá Vali vóru púra trygg - eisini tað hjá Allani Norðberg, sum legði Val á odda 61-60 samanlagt við fjórða skotinum.

[object Object]
Royndi føroyingurin vísti sínar dygdir í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Olympiakos javnaði, Valur svaraði aftur, og tað fimta skotið hjá heimaliðnum endaði...ja, á tvørtrænum. Tað fór uppum roynda málverjan Bjørgvin Páll Gustafsson, men skotið var ov høgt. Hjartaskerandi samanlagt tap hjá Olympiakos, men Valur kann fegnast um søguligan sigur.

[object Object]
Skíggjamynd: handball-kanalen.tv 

Í morgin fer ein føroyingur at vinna European League - Hákun West av Teigum ella Jóhan á Plógv Hansen - men í kvøld var tað ein annar høgri vongur, sum skrivaði seg inn í søgubøkurnar. 30-ára gamli Allan Norðberg av Strondum hevur spælt seks kappingarár í Íslandi. Síðsta summar skifti Allan úr KA, og tað vísti sg at vera ein góð avgerð: Íslendskur steypavinnari í vetur og nú European Cup-vinnari. 

Allan Norðberg átti sjálvur sín stóra leiklut í sigrinum. Hann spældi ikki nógv fyri steðgin men skoraði væl uppá sítt einsta skot. Allan spældi næstan allan 2. hálvleik í álopinum og skoraði tvær ferðir - tað eina eftir mótálop og hitt av vonginum. Hann brendi eina skotroynd av høgra vongi, men tá burdi verið dømt brotskast, tí verjuspælari inni í feltinum órógvaði. 

Portalurin ynskir Allani Norðberg, Vali og íselndskum hondbólti hjartaliga tillukku við flotta sigrinum. 

Seinna finalan í European Cup
Piræus, 25.05

Olympiakos - Valur 35-32 (eftir brotskøst) - 31-27 eftir longda leiktíð (61-62 samanlagt)

Allan Norðberg: 3/4 í vanligu leiktíðini - skoraði í brotskastskappingini

[object Object]

Mynd: EHF / Eurokinissi Sports

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder