Hondbóltur

Jóhan stórspælandi tá Flensburg vann seg í finaluna

Høgri vongurin úr Havn hevði níggju skotroyndir og níggju mál í hálvfinaluni í Hamburg. Flensburg-Handewitt skal møguliga spæla finalu móti Hákuni West av Teigum og Füchse í morgin.

Jóhan á Plógv Hansen var ísakaldur, snildur og eirindaleystur í dagsins hálvfinalu. Vongurin skoraði uppá øll síni skot - tað gjørdi Emil Jakobsen hinumegin eisini

Jóhan á Plógv Hansen var ísakaldur, snildur og eirindaleystur í dagsins hálvfinalu. Vongurin skoraði uppá øll síni skot - tað gjørdi Emil Jakobsen hinumegin eisini

2024-05-25 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður í øllum førum ein føroyingur í European League-finaluni í morgin. Hetta er greitt, eftir at Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt vunnu greitt á Dinamo Bucaresti í hálvfinalu í Hamburg fyri løtu síðani.

Jóhan á Plógv hevur seinastu mongu árini umboðað danska landsliðið, men er føddur og uppvaksin í Føroyum og spældu fyrstu mongu árini við Kyndli. Í morgin skal 30-ára gamli havnarmaðurin spæla finalu í næststerkastu evropeisku kappingini fyri lið. Jóhan átti sín stóra leiklut í hálvfinalusigrinum seinnapartin.

Flensburg-Handewitt var favorittur móti rumenska stórfelagnum og vann sær skjótt eina leiðslu á nøkur mál. Týska liðið vísti størri skerpni og hevði fleiri bjargingar - frá Kevin Møller. Tað bleiv 13-8 stutt eftir miðjan 1. hálvleik, og frá tí fór munurin ongantíð niður um fimm mál aftur. Til tað spældi Flensburg ov væl.

Liðið fekk heili tjúgu mál frá vongplássunum. Emil Jakobsen og Jóhan á Plógv Hansen vóru knívskarpir úr hvør sínari síðu og eisini í kontraspælinum. Danski vinstri vongurin hevði 11 skot og 11 mál - fleiri heilt flott - og Jóhan skeyt níggju ferðir hinumegin frá og skoraði níggju ferð.

Sí øll hagtølini á eurohandball.com

Høgri vongurin var púra kaldur og eirindaleystur í dag, og hann nýtti nógvar ymiskar at skora uppá. Eitt ógvuliga flott avrik frá Jóhan á Plógv Hansen, sum hevur verið nakað skaðadarvaður, men sum nú veruliga vísti dygdir í umráðandi dysti.

Sigurin hjá týska stórfelagnum kom ongantíð í vanda og var við seks málum tá samanumkom. Harvið skal Flendsburg-Handewitt spæla European League-finalu í Hamburg í morgin. Tað verður ímóti Füchse Berlin ella Rhein Neckar-Löwen. Tey bæði liðini spæla eina løtu, og har kann Hákun West av Teigum fáa ein leiklut.

EHF Finals (European League Final Four) 
Hálvfinalurnar - í dag, leygardagin 25.05 í Hamburg 

SG Flensburg-Handewitt  - Dinamo Bucuresti 38-32 (18-11) 
Jóhan á Plógv Hansen: 9 mál (9 skot = 100 prosent)

17.00: Rhein-Neckar Löwen - Füchse Berlin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder