Hondbóltur

Hákun og Füchse vunnu seg trygt í finaluna

Føroyski høgri vongurin spældi seinastu løtuna og skoraði eitt mál í sigrinum á Rhein-Neckar Löwen. Í morgin er EL-finala móti Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg.

Hákun West av Teigum og hinir kundu fegnast í Hamburg - nú fyrireika teir seg til at møta Flensburg-Handewitt í finaluni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum og hinir kundu fegnast í Hamburg - nú fyrireika teir seg til at møta Flensburg-Handewitt í finaluni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-25 19:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinna hálvfinalan í EHF Finals-tiltakinum í Hamburg var týskarauppgerð millum Füchse Berlin og Rhein-Neckar Löwen. Í Bundesliguni er høvuðsstaðarfelagið langt frammanfyri, og tað eydnaðist eisini at liva upp til favorittleiklutin.

Rhein-Neckar byrjaði væl, men tá Füchse fekk tamarhald á Juri Knorr og samstundis fekk sítt spæl at flóta, var lítil ivi. Tað var ein løta á beint yvir 11 minuttir seint í fyrra hálvleiki, har Rhein-Neckar als ikki skoraði. Dejan Milosaljev hevði ein góðan dag í málinum við 13 bjargingum (40 prosentum), bert níggju mál fóru inn fyri steðgin, og hesa nevndu løtuna fekk Füchse økt.

Bert Mikkel Appelgren í málinum helt leyvunum nøkulunda inni. Tað vóru tó fimm mál á muni í steðginum, og gjørdist tað ongantíð spennandi í 2. hálvleiki. Lasse Andersson, Mathias Gidsel og hinir gjørdu sítt, og tað endaði 33-24.

Hans Lindberg spældi rímiliga væl á høgra vongi, men seinastu minuttirnar fekk Hákun West av Teigum møguleikan á hallargólvinum í Hamburg. 22-ára gamli hoyvíkingurin fekk eina skotroynd, og hana gagnnýtti Hákun væl.

Sí øll hagtølini her

Høgri vongurin fekk harvið ein leiklut í góða hálvfinalusigrinum, Í morgin, sunnudagin 26.05,  skulu Hákun West av Teigum og hinir royna at endurvinna næststerkastu evropeisku kappingini. Lagt er upp til spennandi finalu móti Flensburg-Handewitt og Jóhan á Plógv Hansen. Finalan í Barclays leikhøllini, har tveir føroyingar kunnu fáa ein leiklut, byrjar klokkan 17 føroyska tíð.

EHF Finals (European League Final Four) 
Hálvfinalurnar - í dag, leygardagin 25.05 í Hamburg 

Füchse Berlin - Rhein-Neckar Löwen33-24 (14-9)
Hákun West av Teigum: 1 mál (1 skot)

SG Flensburg-Handewitt  - Dinamo Bucuresti 38-32 (18-11) 
Jóhan á Plógv Hansen: 9 mál (9 skot = 100 prosent)

Les eisini: Jóhan stórspælandi tá Flensburg vann seg í finaluna

Finalan - í morgin, sunnudagin 26.05
17.00: Füchse Berlin - SG Flensburg-Handewitt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder