Fótbóltur

Flest gull til HB

Við átta gull, trimum silvur og trimum bronsu heiðursmerkjum gjørdist HB mest vinnandi felag í ár.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-25 16:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Leygarkvøldið 4. november var finalan um Løgmanssteypið millum B68 og HB spæld á Tórsvølli, og við einum tryggum skoti í brotssparkskappingini, eftir at tað framvegis stóð á jøvnum aftaná vanliga leiktíð og umdyst, setti Hanus Sørensen úr HB endaligt punktum fyri kappingarárinum 2023.

Við brotssparkinum syrgdi Hanus Sørensen samstundis fyri, at Havnar Bóltfelag vann sítt áttanda gull heiðursmerki í ár. Samanlagt vunnu teir reyð-svørtu úr Gundadali átta gull, tríggjar silvur og tríggjar bronsukrónur.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Nummar 2 í samlaða yvirlitinum gjørdist B36 við tveimum gull, fimm silvur og tveimum bronsu, meðan KÍ endaði á 3. plássi samanlagt við tveimum gull, fýra silvur og einari bronsu.

Meðan fyrr nevndu feløg vunnu fleiri gull, so gjørdi NSÍ eisini eitt gott hál í medaljustríðnum. Tilsamans vunnu vespurnar 8 heiðursmerki í ár – eina gull, fýra silvur og tríggjar bronsu.

Samlaða heiðursmerkjabýtið fyri lands- og steypakappingarnar 2023 hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder