Virksemið hjá Flogbóltsamband Føroya er økt munandi, og nógvar stórar og avgjóðingar liggja fyri framman. Hetta setir stór krøv til dagliga virksemi hjá sambandinum, og tí hevur nevndin í sambandinum tikið støðu til at seta Beinir Kristiansen í starv sum stjóra hjá FBF.
Beinir byrjar í starvinum í dag, 1. desember, og starvssetanin er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað, skrivar Flogbóltssamband Føroya í tíðindaskrivi.
Beinir er ikki ókendur í føroyska flogbóltsheiminum, og hevur hann m.a. verið meistari við ÍF, tá hesir á fyrsta sinnið gjørdust Føroyameistara í 1989.
Umframt at leiða skrivstovuna hjá FBF, fær nýggi stjórin sum høvuðsuppgávu at vera við til at menna einstøku feløgini kring landið, styrkja um altjóða sambondini hjá FBF, og at styrkja um inntøkugrundarlagið fyri føroyska flogbóltin sum heild.
Ætlandi verður enn eitt starvsfólk sett í starv í næstum, skrivar FBF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald