Annað

Flogbóltsdrama í Klaksvík

ÍF vann í gjár á oddaliðnum Mjølni í 5-settara í Føroya Tele-deildini hjá monnum.

Mjølnir-ÍF 2-3 (25-16, 20-25, 25-19, 22-25, 14-16)

Mjølnir-ÍF 2-3 (25-16, 20-25, 25-19, 22-25, 14-16)

2022-02-07 11:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flogbóltskappingin hevur verið meint rakt av koronu seinastu vikurnar, og hópin av dystum eru útsettir, men í Klaksvík eydnaðist í gjár at fáa dystin millum oddaliðið Mjølnir og ÍF avgreiddan – og tað var vorðið sum dystur, sum skuldi út í fimm sett, áðrenn avgerðin fall.

Lítið bendi tó á slíkt drama, eftir at Mjølnir hevði vundið burturúr ÍF í fyrsta setti, sum endaði 25-16, men tað var eitt hamskift ÍF-lið, sum fór á vøllin í øðrum setti, og skjótt legði seg framum, og við støðuna 15-9 tóktist ÍF hava settið í pottinum. Men brátt var leiðslan svunnin, eftir at Mjølnir hevði bart seg frá 9-15 upp á 18-19 og 20-21. Men tá mest stóð á, bragdaði aftur hjá ÍF, sum vann næstu fýra bóltarnar og settið 25-10.

Í triðja setti gekk javnt til 7-7, men so dró Mjølnir frá og vann trygt 25-19.

ÍF kom tó fyri seg aftur í fjórða setti, har liðini skiftust um at vera á odda, og javnt var við 6-6, 9-9, 13-13, 18-18 og 20-20, tá ÍF fór tvey stig framum og vann settið 25-22 við einum lobbara frá Arthuri D. Poulsen.

Javnbrótarin var ikki fyri veikar sálir! Bert einaferð var meir enn eitt stig á muni, og soleiðis gekk til 12-12, tá ÍF fyri fyri fyrstu síðan støðuna 3-1, legði seg á odda 13-12. ÍF hevði dystarbólt við 14-13, men servan fór út av vøllinum. Tað sama fór næsta servan hjá Mjølni, so so hevði ÍF aftur dystarbólt við støðuna 15-14 . Drøn-servan legði trýst á móttøkuna hjá Mjølni, og so smashaði Vukasin Nedeljkovic sigurin til Fuglafjarðar.

Mjølnir er framvegis trygt á odda í Føroya Tele-deildini við 20 stigum fyri 8 dystir. ÍF og SÍ eru jøvn við 16 stigum fyri 9 dystir. Fleyr er nummar fýra við 11 stigum fyri 7 dystir. Aftast er Ternan við ongum stigi.

Nummar eitt og tvey spæla FM-finalur fyrst í apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder