So eru FM-finalurnar í flogbólti hjá øllum teimum yngru liðunum skotnar í gongd. FM-finalurnar verða leiktar undir allar bestu kørmum í høllini í Trongisvági.
Fyrsta finalan var í aldursbólkinum gentur 14 B ímillum ÍF og Fleyr. Ein jøvn og spennandi finala, sum ÍF vann 3-1 við settúrslitunum (25-18, 28-26, 19-25, 25-16)
Bestu leikarar vóru Nicola Toftegaard hjá ÍF og Helena S. Hansen hjá Fleyr.
Standandi frá vinstru: Birna Sólstein, Tinna Klæmintsdóttir, Annie Toftegaard, Margreta Hansen, Bartal Eliasen – venjari,
Húkandi frá vinstru: Nicola Toftegaard, Osla Petursdóttir, Hanna Andreassen
Standandi frá vinstru: Kristian Mikkelsen – hjálparvenjari, Ria Danielsen, Helena S. Hansen, Sólja Rúnadóttir, Ronja G. Justinussen, Marjun Garðsá, Emma Sanino, Gunnvá Winther, Hilda B. Mortensen
Húkandi frá vinstru: Brynja Jákupsdóttir, Siv N. Niclasen, Lív Bára Hansen, Kasia Jablonewski
Dystirnir kunnu síggjast her:
Skráin er henda:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald