2018-10-16 14:20
Føroyska U 17 landsliðið hjá dreingjum heldur árfram við sigurskósini og vunnu í dag 3-0 á Onglandi í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Settini endaðu 25-16, 25-16 og 25-21.
Sostatt hevur føroyska liðið vunnið sín bólk, eftir at teir í gjár smurdu Svøríki av 3-0, og er liðið nú klárt til semifinaluna, sum verður spæld klokkan 16 í morgin.
Í hinum bólkinum eru Danmark, Finland, Norra og Ísland.
Klokkan 16 í dag spælir U 17 landsliðið hjá gentum ímóti Onglandi. Møguligt er at fylgja hesum dystinum á VolleyTV
Les eisini: U17-dreingirnir smurdu Svøríki av
Les eisini: U17-genturnar vunnu eisini á Svøríki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald