Nakað av óvissu er framvegis um, hvørt NSÍ og Hamrun Spartans kunnu spæla fyrra Conference League-dystin millum liðini hóskvøldið klokkan 19.45 í Klaksvík.
Leiguflogfarið við liðnum av Malta fekk ikki lent í Vágum fyrrapartin og hevur tí størsta partin av mikudegnum verið veðurfast í Bergen.
Flogførini hjá Atlantic Airways eru lend í dag, men fyritreytirnar eru ikki eins góðar hjá flogfarinum hjá Trade Air.
![]()
Soleiðis sá út í Vágum seinnapartin - og áleið eisini soleiðis fyrrapartin tá flogfarið úr Malta skuldi lenda
Spurningurin er so, um tað gongst betri, tá ein roynd mest sannlíkt verður gjørd hósmorgunin. Í løtuni stendur maltesiska liðið at flúgva úr Bergen, um tað viðrar í Vágum, klokkan átta lokala tíð. Sum skilst skal maltesiska ferðalagið møta á flogvøllinum ein tíma áðrenn, har endalig støða verður tikin.
Sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn stendur leiguflogfarið at lenda sum tað fyrsta í morgin, klokkan 08.30 føroyska tíð. Men tað er framvegis nakað av óvissu í hesum.
Mjørkaætt er, sum bolt.fo skrivar, og hesin túrurin kann eisini verða útsettur.
Í reglugerðini hjá UEFA stendur, at ein slíkur evropeiskur dystur kann verða útsettur í upp til 24 tímar undir serligum umstøðum. Og Portalurin hevur fingið upplýst, at hetta kann koma undir tað.
Tað vil siga, at UEFA hevur heimild at útseta dystin til fríggjakvøldið. Og hetta kann henda, um teir hjá Hamrun Spartans ikki lenda sum ætlað í aðru royndini.
Í Hamrun Spartans ynskir man at útseta Conference League-dystin, meðan í NSÍ er man til reiðar at spæla sum ætlað hóskvøldið.
Sí eisini: Dysturin hjá NSÍ hongur í leysari luft - mótstøðuliðið vil útseta dystin
Støðan verður greiðari fyrrapartin hósdagin - vit fylgja gongdini.
Conference League 1. umfar
Hósdagin 9. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - Hamrun Spartans (Malta)
FM1 sigur frá dystinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald