Oyggjaleikir 2023

Flott gylt liðavrik í badminton

Føroysku badmintonleikararnir vunnu finaluna móti Grønlandi í kvøld og tryggjaðu sær gull.

Myndin er frá sunnudegnum, tá fleiri av leikarunum, sum spældu finalurnar í dag, sótu uttanfyri (Mynd: Jens Kr. Vang)

Myndin er frá sunnudegnum, tá fleiri av leikarunum, sum spældu finalurnar í dag, sótu uttanfyri (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-11 00:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar vunnu eitt flott gullheiðursmerki í badminton í kvøld, tá Føroyar vunnu á Grønlandi í liðkappingini.

Føroyar spældu seg sunnudagin víðari í hálvfinaluna við tryggum sigrum á Hetland, Orknoyar og Suðuroyggjar (Western Isles).

Í hálvfinaluni, sum varð spæld fyrr í dag, vunnu Føroyar á vertunum Guernsey. Eitt sindur av ótta var undan hesum dystinum, tí Guernsey er – ella hevur verið – eitt stak sterkt lið, sum ofta hevur vunnið hesa kappingina.

Men Føroyar vunnu rættiliga trygt, hóast Árant á Mýrina tapti sín fyrsta dyst í einmansleiki. Men síðan vunnu Føroyar tríggjar, og vunnu harvið 3-1 á Guernsey.

Tað vóru Miriam í Grótinum í einkvinnuleiki, Fai Yin Wong og Magnus Dal-Christiansen í tvímansleiki og Miriam í Grótinum og Mia Thorkildshøj í tvíkvinnuleiki.

Í finaluni stóð so Grønland fyri tørni, sum hevði bast Manoy í hálvfinaluni.

Og leikgongdin var tann sama, sum í dystinum móti Guernsey. Grønland kom á odda í fyrsta einmansleiki, men so vann fyrst Miriam í Grótinum í einkvinnuleiki, Fai Yin Wong og Magnus Dal-Christiansen í tvímansleiki og Miriam í Grótinum og Mia Thorkildshøj í tvíkvinnuleiki, og so var ikki neyðugt at spæla blandaða tvímansleikin.

Guernsey vann bronsuna við at vinna 3-2 á Manoy. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder