Føroyar byrjaðu uttan fýra av teimum sjey/átta, sum byrja fast inn. Umframt Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún, sat Leivur Mortensen (fastur vinstri vongur) á áskoðaraplássinum, og Ísak Vedelsbøl, sum hevur bitið seg fastan í nógvum striku- og miðverjuminuttum.
Í fyrra hálvleiki livdu Teis Horn Rasmussen, Pauli Jacobsen, Hákun West av Teigum og Vilhelm Poulsen væl upp til leiklutin sum berandi kreftir. Teir tríggir síðstnevndu vórðu síðani spardir størsta partin av 2. hálvleiki.
Stórur partur av ábyrgdini í føroyska álopsspælinum, sum var í 7 móti 6 fyriuttan undir útvísingunum, lá á Róa Ellefsen á Skipagøtu og Paula Mittún. Og hesa tóku beiggjarnir hjá omanfyri nevndu stjørnunum úr Kiel og GOG ógvuliga væl á seg fyri steðgin. Fyri tað mesta spældu systkinabørnini við góðum toli og góðari góðsku í 1. hálvleiki. Pauli og Rói tóku nógvar nærdystir, og samanlagt høvdu teir 21 mál/upplegg.
![]()
Pauli Mittún tók stóra ábyrgd, og spældi hann eisini væl móti Niðurlondum herfyri (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar komu oftast til góðar møguleikar, men trý brend frí skot, umframt nakrar tekniskar villur/norsk mál í tómt mál gjørdu, at føroyingar ikki vóru á odda í steðginum.
Norðmenn tóktust ráðaleysir av góðum "screeningum" frá Teisi Rasmussen, Pæturi Mikkjalsson og Helga Hildarson Hoydal. Og serliga fyrstu tjúgu minuttirnar stóð føroyska verjan, við Paula aftanfyri, frálíka væl.
Men løtuna eftir steðgin fóru norðmenn rennandi avstað. Føroyar fingu als ikki loyst verjupartin og tálma Tobiasi Grøndahl.
Tað hekk eisini saman við, at norska verjan í nógv størri mun trýsti føroyingar at gera mistøk og at taka trýst skot. Norðmenn arbeiddu við størri inntensiteti og ágangi móti yvirtalsspælinum, og ov ofta tyktuskt føroyingar ráðaleysir: Skeivar avgerðir og ov nógv norsk mál í tómt mál - serliga fór feilprosentið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu ov høgt upp, men Hallby-spælarin hevur eisini sitið á bonkinum so at siga eina heila undankapping. Rói gjørdist javnsettur toppskjútti og dagsins maður hjá Føroyum.
Serliga Pauli Mittún fekk framvegis syrgt fyri góðum støðum, og tingini batnaðu út á hálvleikin. At Noreg vann við átta málum er kanska ikki so óvæntað, tá hugsað verður um umstøðurnar, men eftir dystargongdini varð tapið óneyðuga stórt við føroyskum brillum. Har vóru nógvir góðir lærupeningar og eisini nógvar positivar løtur hjá føroyska liðnum í dag.
Peter Bredsdorff-Larsen gjørdi nógvar broytingar gjøgnum dystin: Høgni Heinason hevði eina góða løtu á vinstra bakki, Pauli Høj skoraði eitt gott mál av vonginum og spældi seg upp í verjuni - hann og Rói Berg Hansen spældu hvør sín hálvleik. Tað sveiggjaði hjá Kjartani Johansen. Allan Norðberg kom inn og spældi fínan leiklut í álopinum. Í málinum hevði innskifti Aleksandar Sasha Lacok nakrar stórbjargingar. Pauli Rasmussen slapp ikki í spæl í dag.
Í morgin klokkan 13 er Danmark á breddanum.
2. umfar í Golden League í Tróndheimi
Í dag, leygardagin 1. november:
Noreg – Føroyar 34-26 (16-15)
Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 6-5
15 min: 7-6
20 min: 10-9
25 min: 12-12
30 min: 16-15
35 min: 19-16
40 min: 23-17
45 min: 25-19
50 min: 28-21
55 min: 31-23
60 min: 34-26
Málskjúttar:
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5 - Dagsins spælari hjá Føroyum
Hákun West av Teigum 5 (3)
Pauli Mittún 4
Vilhelm Poulsen 4
Teis Horn Rasmussen 2
Allan Norðberg 2
Rói Berg Hansen 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Pauli Høj 1
Kjartan Johansen 1
Upplegg, umframt vunnin brotskøst:
Pauli Mittún 8 (2)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Kjartan Johansen 2
Vilhelm Poulsen 1
Hákun West av Teigum 1
Allan Norðberg 1
Høgni Heinason 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 7
Aleksanda Sasha Lacok 4
Útvísingar:
Noreg: 4
Føroyar: 2
Danmark vann 40-24 á Niðurlondum - í morgin klokkan 13 hittast Føroyar og Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald