Tað er aftur til tað góða gamla. Spenningurin sum er knýttur at endanum í august í fótbóltsheiminum hongur í stóran mun saman við, at flytingarvindeygað í stóru deildunum í Evropa letur aftur um mánaðarskiftið august-september.
Her er Premier League tann mest týdningamikli viðleikarin, men seinastu tvey kappingarárini hava feløgini í Onglandi bert havt til dagin fyri kappingarbyrjan at avgreitt síni leikarakeyp. Avgerðin um at hava hendan leistin varð tikin í 2017; bert fimm feløg vóru ímóti (United, City, Crystal Palace, Watford og Swansea) Tað var fyri at liðini, serliga venjararnir og ávisir leikarar, kundu hava meira frið til at hugsavna seg um fótbóltin sjálvan, tá kappingin var farin í gongd.
Trupulleikin hevur tó víst seg at verða, at óvissan framvegis er har, tí hinar stóru deildirnar hava hildið fast við 31. august ella 1. september sum evsta mark. Harvið hevur framtíðin hjá summum leikarum hingið í leysari luft í fleiri vikur, meðan dystir hava á skránni. Hetta hevur verið galdadni fyri leikarar sum Philippe Coutinho, Eden Hazard, Christian Eriksen og Paul Pogba, ið lið úr serliga Spania hava vilja fingið fatur á seinasti tvey árini. Hesiir hildu tó allir fram - fyri fyrst - men aðrir eru tó farnir í tólvta tíma, ið avloysari so ikki kundi fáast fyri.
HM í 2018 gjørdi eisini, at tíðin til at gera avtalur og møguleikarnir til tess minkaðu. Í ár kemur EM eisini at koyra í ein mánað. Nú fara Premier League-feløg ikki at hava hendan trupulleikan; semja varð um hetta eftir langt orðaskifti á "Shareholders Meeting", ið varð í gjár.
Har gjørdist eisini greitt, at komandi kappingarár í Premier League verður skotið í gongd leygardagin 8. august 2020. Eftir tann dagin hava liðini beint yvir tríggjar vikur at framvegis keypa leikarar í. Vindeygað letur aftur 1. september klokkan 17.00 - 31. august er frídagur í Bretlandi, og tí verður tað hetta tíðspunktið.
Fótbóltur
Flytingarvindeygað í Premier League verður longri opið
Feløgini atkvøddu í vikuni fyri, at feløg í Onglandi í summar aftur hava allan august mánað til at keypa leikarar í. Komandi kappingarár í Premier League byrjar 8. august.
Romelu Lukaku skifti í endanum av august frá Manchester United til Inter - tá hevði felagið ikki møguleika at fáa ein avloysara inn til álopspartin (Mynd: EPA)
2020-02-07 13:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald