Fótbóltur

Flytingarvindeygað er nú latið aftur: United fingið sín áleypara

Her er eitt yvirlit yvir Deadline Day.

Odion Ighalo gjørdi fyri nøkrum árum um seg við Watford - United hevur nú leigað hann úr Shanghai Shehua   (Mynd: EPA)

Odion Ighalo gjørdi fyri nøkrum árum um seg við Watford - United hevur nú leigað hann úr Shanghai Shehua (Mynd: EPA)

2020-02-01 00:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

00.50: Odion Ighaldo er leigaður til Manchester United tað sum eftir er av kappingarárinum. Hann skoraði 33 mál fyri Watford, har hann spældi tvey og eitt hálvt ár. Fyri júst trimum árum síðani skifti nigerianski áleyparin til kinesiskan fótbólt, har hann hevur leikt síðani. Lið sum Aston Villa, Tottenham og Inter hava eisini verið sett í samband við hann seinastu dagarnar, men hann verður maðurin ið so at siga skal avloysa skadda Marcus Rashford komandi mánaðirnar. Ikki júst eitt risanavn at fáa inn, men Ole Gunnar Solskjær sigur í kvøld, at Ighalo kemur við góðum royndum, og gevur liðnum aðrar møguleikar. United hevur mangla ein áleypara, og fekk avtaluna í hús í seinastu løtu áðrenn vindeygað lat aftur. Hann kemur til Manchester í vikuskiftinum.

Sí yvirlit yvir nakrar flytingar longur niðri.

22.04:
30-ára gamli Odion Ighalo verður allarhelst maðurin, ið skal styrkja álopi hjá Manchester United. Sky Sports skrivar, at ein leiguavtala er komin uppá pláss milum United og Shanghai Shenua, og felagið og leikarin eru samd um persónligu viðurskiftini. Spurningurin er bara um fyrrverandi Watford-áleyparin fær pappírini uppá pláss til tíðina. Freistin er klokkan 23, men um ein avtala er heilt uppá pláss millum allar partar, ber til at fáa longt freistina. Fyrr í dag tyktist tað sum um, at United fyrst og fremst vildi hava fatur á Joshua King. 

19.36:
Keldur hjá Sky Sports: Ighalo í samráðingum við United.
30-ára gamli fyrrverandi áleyarin hjá Watford spælir við Shanghai í løtuni, og tað sigst at vera ein 50-50 møguleiki fyri, at hann siftir aftur til enskan fótbólt.


18.58: Emre Can til Dortmund -Angelino til Leipzig
Flytingarvindeygað í Týsklandi lat aftur klokkan 17, og tvey av liðnum í oddastríðnum hava styrkt seg:

26-ára gamli Emre Can fekk ikki viðgongd í Juventus eftir skiftið frá Liverpool. Hann var ikki í Champions League-hópinum í heyst, og nú er hann leigaður til Borussia Dortmund. Dortmund hevur møguleika at keypa miðvallarin leysan í leigutíðini fyri ein serstakan prís.

[object Object]
Angelino - her í dysti móti United (Mynd: EPA)

Knappliga var hann á vinstra bakki hjá City. Spaniólin Angelino var knýttur av City, leiðgaur út til fleir feløg, skifti síðani til PSV, áðrenn hann kom aftur til City. 23-ára gamli bakkurin hevur spælt javnan seinastu mánðirnar, tá Benjamin Mendy og Olakesandr Zinchenko hava sitiið uttanfyri við skaðum. Nú verður hann aftur leiðgaður út - Angelino skal fram til í summar umboða núverandi oddaliðið í Bundesligaini. 

 
16.25: King til United ? Bale aftur til Tottenham ? 
Nógvir miðlar hava seinastu tveir dagarnar skrivað skrivaðu at walisarin, ið ikki er vælumtóktur í Madrid, møguliga fór at venda aftur til felagið, ið seldi hann í 2013 fyri ein prís, sum tá var heimsmet. Zinedine Zidane hevur tó sagt á tíðindafundi í morgun, at felagið ongar ætlanir hevur um at selja Bale, og Jose Mourinho hevur eisini sagt, at Tottenham ikki ger meira, hóast hann kundi hugsað sær ein áleypara. Hóast hetta eru framvegis gitingar, og tá Real Madrid-hópurin til grannuppgerðina í annaðkvøld varð kunngjørdur, og Bale ikki var á, skapti tað undran. 

[object Object]
Sambandi millum Zidane og Bale hevur ikki altíð tykst at verið eins gott og so sannliga ikki samband millum walisan og fejppararnar hjá Real (Mynd: EPA)

Tað tykist meira sannlíkt, at Joshua King skiftir felag. United roynir framvegis at fáa fatur á einum áleypara. Bournemouth avvíst fyrsta boðið, sum var á 20 milliónir pund, og síðani hava summir miðlar skriva, at einki fer at henda, men summir skriva, at tað framvegis er ein møguleiki. Norski áleyparin hevur spælt í ungdómsdeildini hjá United.
 

[object Object]
Joshua King - her ímóti Føroyum á Ullevaal í november. Tað er framvegis møguleiki fyri, at áleyparin vendir aftur til United (Mynd: EPA)

14.18:
Frank Lampard hevur á tíðindafund sagt, at Oliver Giroud ongan veg fer. Dries Mertens varð í gjárkvøldið settur í samband við Chelsea, men hetta verður sambært venjaranum av ongum.

[object Object]Hóast nógvan áhuga tykist tað greitt, at Giroud verður verandi í Chelsea (Mynd: EPA)

Nakrar flytingar, ið eru komnar ígjøgnum seinasta stóra samdøgri:

- 23-ára gamli áleyparin Jarrod Bowen skiftir frá Hull í næstbestu deildini til West Ham í Premier League

- Aston Villa hevur tryggjað Borja Baston frá Swansea.  

- Leicester leigar verjuleikaran Ryan Bennett frá Wolves. Hann kann keypast leysur fyri fimm milliónir pund hetta hálvárið

- Everton leigar Jonas Lossl út til Huddersfield, har danski málverjin kom frá í summar 

- Sander Berge: Úr Club Brugge til Sheffield United (Sheffield hevur goldið metprís fyri norska miðvallara) 

- Danny Rose: Leigaður úr Tottenham til Newcaslte- Cedrid Soares: Arsenal hevur leiðgað høgra bakkin og evropameistaran úr Southampton

[object Object]Cedric Soares er nýggjur Arsenal-leikari

Ianis Hagi: Sonur mætasta rumenska fótbóltsleikaran nakrantíð skal spæla fyri Rangers komandi mánaðirnar - leigaður úr Genk. Eins og Berge spældi Hagi tveir EM-undakappingardystir móti Føroyum í fjør

[object Object]
Ianis Hagi

 

Høvuðskelda: SkySports



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder