Eftir at hava verið opið í skjótt ein mánað, letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur mikudagin 12. juli klokkan 16:00.
Tað merkir, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2023, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur mikudagin í komandi viku.
Men hví hava vit eitt “flytingarvindeyga”, og hvat inniber tað?
FSF Varpið tosaði við Virgar Hvidbro um hetta í fjør. Aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya svaraði stutt hseum og øðrum spurningum, ið eru viðkomandi fyri flytingarvindeygað hjá FSF.
Millum annað sigur aðalskrivarin, at fyrr var flytingarvindeygað bara galdandi fyri spælarar, ið høvdu sáttmála. Men soleiðis er ikki longur. Í 2020 broyttust reglurnar, og nú er vindeygað galdandi fyri øll – gentur og dreingir, kvinnur og menn – ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.
Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald