Hondbóltur

FM-dreymarnir eru sterkir í høvuðsstaðnum

Menninir hjá Kyndli kunnu í kvøld tryggja sær fyrsta føroyameistaraheitið í 18 ár - til tess krevst ein sigur í Hoyvík klokkan 20.15. Klokkan 17.45 spæla kvinnuliðini hjá feløgunum finalu nummar tvey.

H71 vann fyrstu FM-finaluna, men síðani hevur Kyndil havt yvirtakið í røðini (Mynd: Sverri Egholm)

H71 vann fyrstu FM-finaluna, men síðani hevur Kyndil havt yvirtakið í røðini (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-30 10:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og á Hálsi sunnudagin, er stórur finaludagur hjá Kyndli og H71. Bæði kvinnuliðini og mansliðini hjá feløgunum spæla í FM-finalu.

[object Object]
Skíggjamynd: HSF

Kvinnurnar spæla fyrst. Har er talan um finalu nummar tvey. H71 gjørdist sunnudagin tað fyrsta liðið at koppa kyndlakvinnum í einum kappingardysti yvir eitt og eitt hálvt ár. Harvið hava hoyvíkskvinnur nú fyrimunin, meðan Kyndil hevur skula funnið aðrar loysnir.

Sí eisini: H71 fekk knógvað Kyndli

[object Object]
H71 basti VÍF í hálvfinalunum og vann fyrstu finaluna móti Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)

Teir á og rundanum mansliðið hjá H71 hava helst eisini havt ovmikið at gera síðani seinna tapið á rað fyri Kyndli. Hoyvíkingar skoraðu bert 23 mál í triðja finaludystinum sunnudagin, og nú er 2-1 til Kyndil í finalunum.

Tað er fyrst upp í trý, og harvið er dystarbóltur til teir grønkløddu í kvøld. Kyndil hevur ikki vunnið FM á manssíðuni síðani 2007, og tísikil er nógv uppá spæl hjá liðnum hjá Hjalta Mohr Jacobsen.

[object Object]
Tað vera nógvir spentir fjepparar í grønum í Hoyvík í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Kvinnufinala nummar tvey byrjar klokkan 17.45, og mansfinala nummar fýra byrjar klokkan 20.15. Í náðum røðunum er tað "fyrst upp í trý/best av fimm.

Til ber at fylgja gongdini í báðum dystunum á portal.fo. Finalurnar kunnu stroymast á live.hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder