Hondbóltur

H71 slapp ikki framvið grøna múrinum

Kyndil kann mikukvøldið tryggjað fyrsta FM-heitið á manssíðuni í 18 ár. Hetta er greitt eftir 28-23 sigurin á H71 á Hálsi.

Rógvi Dal-Christiansen og hinir høvdu ógvuliga gott tamarhald á Brian Slyne og hinum stóran part av dysinum, og Kyndil vann aðru finaluna á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rógvi Dal-Christiansen og hinir høvdu ógvuliga gott tamarhald á Brian Slyne og hinum stóran part av dysinum, og Kyndil vann aðru finaluna á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-27 20:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein harður dystur við fitt av útvísingum, har H71 hevði ógvuliga ilt við at koma til upplagdar málmøguleikar. Og í nakað yvir tíggju av førunum, tá hoyvíkingar komu til skot, var vælupplagdi Tórður Skorheim Guttesen fyri í málinum. 

Kyndil skoraði 18 ferðir í fyrra hálvleiki á Hálsi, har til tíðir royndi David Edvardsen og serliga William Skovsager á hinum bakkinum skinu. H71 fór at halta aftaná eftir tólv minuttir í triðju FM-finaluni. Kyndil skoraði trý mál á rað, so tað fór frá 7-7 til 10-7. Í steðginum var 18-14.

[object Object]
William Skovsager varð toppskjútti í kvøld við átta málum - serliga var danin góður fyri steðgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Tórður Guttesen spældi ein góðan dyst saman við verjupartinum hjá Kyndli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Síðani kom ongantíð veruligur spenningur í aftur - hóast tað kanska kendist so hjá summum kyndlafólki í løtum. Jákup Jørgensen skoraði av vonginum til 20-14, tá tríggir og ein hálvur minuttir vóru farin av 2. hálvleiki. Eftir flúgvandi byrjanina hjá Kyndli fekk H71 veruliga verjupartin at sita, og tá 13 og ein hálvur minuttir vóru eftir, var munurin komin niður á tvey mál (22-20).

Kyndil hevði tó so mikið nógvar royndir og vísti so nógvan kaldleika, at tað gekk. Millum skoraði Tobias Thisen, sum ikki var so eyðsýndir í dag, tvey ógvuliga flott mál í heldur trýstum støðum seinastu løtuna.

Álopið hjá H71 koyrdi eisini so mikið illa seinastu løtuna, at munurin gjørdist fimm mál. Ungu hoyvíkingarnir vunnu ov sjálvdan mann-mann nærdystirnar í álopinum og serliga eftir steðgin. Teir sluppu so at siga ikki at senda bóltin út til Jákup Egholm á vinstra vongi, og Brian Slyne kom ongantíð í gongd í dag - hann varð spardur í 2. hálvleiki. Tað er at undrast eitt sindur á, at 7 móti 6 ikki varð nýtt í løtum.

[object Object]
Fjepparar hjá Kyndli kundu aftur fegnast í dag, og nú kann man gleða seg til at fara aftur til Hoyvíkar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: H71 fekk knógvað Kyndli (kvinnur - fyrsta finalan)

At Rókur Akralíð spældi ein framúr dyst, fyriuttan tvær útvísingar, hjálpti ikki H71. Saman við skiftandi makkarum í miðverjuni - Ova Lützen, blaðunga Erling Erlendsson og Rógva Dal-Christansen - gav gamla landsliðskempan hoyvíkingum nógv høvuðbrýggj, sum dysturin leið. Verjumúrurin hjá heimaliðnum á Hálsi var stinnur.

Hóskvøldið vendi Kyndil finaludystinum í Hoyvík á høvdið. Harvið er 2-1 til teir í grønum og svørtum nú, og tað merkir, at ein sigur skal til afturat. H71 hevur knívin á barkanum undan heimadystinum mikukvøldið: Um føroyameistararnir seinastu trý árini ikki vinna tá, so verður Kyndil FM-vinnari fyri fyrstu ferð síðani 2007.

Triðja FM-finalan hjá monnum 
Høllin á Hálsi 27.04
Kyndil (2) - H71 (1) 28-23 (18-14)

Toppskjúttar: William Skovsager 8 mál, Tobias Thisen 6 mál (Kyndil) - Rókur Ziskason (H71) 6 mál

Sí dómaraseðil her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder