Í dag verður FM í amboðsfimleiki í FIMI í Havn. Kappast verður um FM heitið fyri bæði einstaklingar (all-round) og hvørt amboð sær.
73 íðkarar eru meldaðir til FM – 35 á mannfólkasíðuni og 38 á kvinnusíðuni. Iðkararnir eru frá Havnar fimleikafelag, Støkk, Ljósinum og Flog, skrivar Føroya Fimleikasamband í tíðindaskrivi.
Klokkan níggju byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn, og klokkan 13 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.
Kappast verður í øllum amboðunum. Á kvinnusíðuni verður kappast í lopi, forskotnari barr, bita og á gólvi, og á mannfólkasíðuni verður kappast í ringum, beinsveiggi, lopi, paralellari barr, reck og á gólvi.
Úrslit frá kappingunum síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald