Annað

FM í leirdúgvuskjóting 2019 fer í gongd í vikuskiftinum

Byrjað verður við skeet; í morgin verður skotið á Norðskála og sunnudagin á Sandvíkum.

Mynd: Skjótisamband Føroya)

Mynd: Skjótisamband Føroya)

2019-08-23 18:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vikuskiftinum, 24-25. august, byrja føroyameistara kappingarnar í leirdúgvuskjóting.

Kappast verður fyrst í skeet, og vikuskifti eftir, tann 31. august til 1. september, verður kappast í trap.

Fyrri dagur í skeet, verður skotin á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag á Norðskála, og dagin eftir verður skoti á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Báðir dagarnir í trap verða skotnir á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Byrjað verður at skjóta innleiðandi umførini leygardag kl. 9:00, og sunnudag kl. 13:00 verða seinastu umførini, umframt finalurnar skotnar.

Afturat heiðurin at verða føroyameistari, telur kappingin eisini við í Føroya Cup, Grand Prix og í úttøkuni til landsliðshópin, sum skal luttaka í norðurlandameistara kappingini í Finnlandi næsta ár.

- Skjótisamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder