Annað

FM í leirdúgvuskjóting byrjar um vikuskiftið

Byrjað verður leygardagin 12. august úti á Vík í Leirvík, har FM vinnarin í American Trap skal finnast.

2023-08-11 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið fara FM-kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki, boðar Skjótisamband Føroya frá í tíðindaskrivi.

Byrjað verður leygardagin 12. august úti á Vík í Leirvík, har FM vinnarin í American Trap skal finnast.

Vikuskiftið eftir, tann 19-20. august, skal vinnarin í OL trap finnast. Tann kappingin verður á breytini á Sandvíkum í Tórshavn.

Seinasta FM-kappingin í ár, verður í OL skeet í døgunum 26.-27. august. Fyrri dagurin er við Norðskála, og seinni dagurin á Sandvíkum í Tórshavn.

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á heimasíðuni hjá Skjótisamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder