Hondbóltur

FM1 í Oslo: Upptaktsending av Norrønu klokkan 11

Pætur Nolsøe er eitt av ferðafólkunum og fer í ein lítlan tíma at tosa við fleiri umborð. Eisini verður annað gott at hoyra á dystardegnum - seinna sendingin úr Noreg byrjar klokkan 16.

Á seinasta degi hjá stóra skipinum - við nógvum føroyingum umborð - í Oslo verður sent hiðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Á seinasta degi hjá stóra skipinum - við nógvum føroyingum umborð - í Oslo verður sent hiðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-20 06:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Ein fittur partur av mongu føroyingunum, sum eru í norska høvuðsstaðarøkinum í hesum døgunum, gista umborð á Norrønu.

Føroyska ferðamannaskipið er í løtuni eitt satt hotellskip, har yvir 1.000 føroyingar sova, eta og annars hugna sær.

Ein av teimum er okkara egni Pætur Nolsøe. Og í fyrru beinleiðis sendingini á FM úr Oslo í dag fer ungi sandingurin at brúka mikrofonina umborð.

Pætur Nolsøe fer millum annað at tosa við umboð frá Smyril Line, við tónleikarar sum framføra umborð og aðrar spentar føroyingar - ikki so nógvar tímar undan avgerandi bólkadystinum móti Slovenia.

[object Object]IPætur Nolsøe (t.v) fer at senda av skipinum seint fyrrapartin - seinnapartin verður tað frá fyrru upphitingini

Hoyr sendingina frá í gjár her

FM1 í Oslo verður sent beinleiðis av Norrønu klokkan 11 føroyska tíð - ein lítlan tíma fram. 

Sent verður aftur frá almennu upphitingini - í tímanum millum klokkan 16 og 17.

Lurta á.fm1.fo - ella á vanligu frekvensunum

Føroyar og Slovenia spæla klokkan 19.30 føroyska tíð. Um Føroyar fáa stig, so er liðið heilt víst víðari til miðumfari.

Les meira: Føroyar kunnu spæla seg víðari við stigi móti Slovenia

Sí eisini: Hann pissar á teir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder