Tað er í hesari vikuni, at føroyameistararnir í flogbólti skulu finnast. Tvær finalur verða spældar hjá bæði kvinnum og monnum. Um liðini vinna hvør sín dyst, skal eitt gullsett eftir seinna dystin leygardagin avgerða alt.
Lagt varð út í gjárkvøldið, tá kvinnuliðini SÍ og Fleyr hittust í Kollafirði. Hetta var heimavøllurin hjá SÍ. Orsakað av hallarumstøðunum í Sørvági, hevði SÍ gjørt av at flyta teirra heimavøll til Kollafjørð í sambandi við FM-finalunar.
- Sørvágskvinnur lótu ongan iva vera um, hvat tær vildu við kappingarárinum í ár, og talan gjørdist ongantíð um eina veruliga spennandi finalu. Tá settini skuldu avgerðast, var slagstyrkin hjá SÍ-kvinnunum avgerðandi.(...) Í øllum trimum settunum fylgdust liðini hampuliga væl í byrjanini, men tá støðurnar gjørdust avgeraðandi, var SÍ meira sannførandi, og vann øll settini óvæntað lættliga.
Flogbóltssambandið skrivar eisini, at ukrainska Svitlana Shvanska, ið var aftur eftir skaða, var stóri munurin á liðunum báðum. SÍ vann 3-0 og skal so royna at avgera tað við at vinna trý sett leygardagin og harvið greipuna. Fleyr skal vinna trý sett, umframt eitt gullsett, fyri at gerast føroyameistari.
Fagnaður í SÍ-hópinum eftir sigurin í Kollafirði í gjár (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Les meira: SÍ var sannførandi í fyrru finaluni
Í kvøld er fyrra finalan hjá hjá monnunum. Hon er á skránni í Klaksvík, har Mjølnir tekur ímóti Fleyr.
Klaksvíkingar spæla fyri at vinna sítt fimta meistaraheiti upp í slag, sum er met hjá monnum. Mjølnir vann steypakappingina, hevur bert tapt tveir dystir í ár og hevur eisini havt gott tak á júst Fleyr. Mjølnir er tí eisini favorittur at vinna finalurnar, skrivar FBF.
Les meira: Mjølnir jagstrar fimta meistaraheitið á rað
Reglurnar siga, at spældir verða tveir finaludystir, og vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15 beint eftir seinna dystin. Fyrsta servan í Badmintonhøllini í Klaksvík verður klokkan 19.30. Rás 1 hjá Televarpinum vísir dystin.
FM-finalur
Kvinnur: SÍ - Fleyr (1-0)
Fyrra finalan: Í gjár 26/4: SÍ-Fleyr 3-0 (25-21, 25-18, 25-20)
Seinna finalan: Leygardagin 29. apríl kl. 14.00 á Hálsi
Menn: Mjølnir - Fleyr
Fyrra finalan: Í dag, hósdagin 27. apríl klokkan 19.30 í Badmtintonhøllini í Klaksvík
Seinna finalan: Leygardagin 29. apríl kl. 17.00 á Hálsi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald