Fótbóltur

FM1: Siga frá tveimum dystum klokkan 15 - Triði Hálvleikur byrjar aftur í kvøld

Hava fólk við mikrofonirnar í Gundadali og við Løkin og frá klokkan 19.30 taka Trygvi Absalonsen og aðrir samanum umfarið.

Eftir hondbóltsdystin og samanumtøku úr Portugal, sita Trygvi Absalonsen og Heri Simonsen til reiðar í rásarúminum til fótbóltssamanumtøku

Eftir hondbóltsdystin og samanumtøku úr Portugal, sita Trygvi Absalonsen og Heri Simonsen til reiðar í rásarúminum til fótbóltssamanumtøku

2026-03-08 10:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meistaradeildin fór í gongd í gjárkvøldið, tá uppflytararnir av Argjum vunnu 2-0 á B68.

Sí eisini: AB er aftur við einum braki

Í dag verða hinir fýra dystirnir í umfarinum spældir:

Sunnudagin 8. mars
07 Vestur – KÍ (15:00)
B36 – EB/Streymur (15:00) - frásøgn á FM1
NSÍ – Víkingur (15:00) - frásøgn á FM1

Skála – HB (17:15)

Frásøgufólk eru til reiðar í Gundadali og við Løkin, umframt at heimildarfólk verður í Vágum.

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Orsøkin til at vit ikki siga frá á Skála, er tí beinleiðis frásøgn verður frá hondbóltsdystinum í Portugal, har føroysku kvinnurnar skulu royna at vinna seg í enn eitt endaspæl.

Myndir: EM-pláss er uppá spæl í Portugal

Taka táttin uppaftur við triðja hálvleiki

FM1 hevur tó heimildarmann til Skála - HB, og eftir hondbóltsdystin og samanumtøku úr Portugal, sita Trygvi Absalonsen og Heri Simonsen til reiðar í rásarúminum til fótbóltssamanumtøku.

Hetta við "Triðja Hálvleiki", sum í nógv ár var fastur táttur á rásini. Har verður hugt eftir umfarinum, ið júst er farið afturum.

Sendingin byrjar klokkan 19.30.

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Sí eisini: - Tað hevur ongantíð verið ein so greiður favorittur sum í ár (Fótbóltsskýlið)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder