Á aðalfundinum hjá ÍF tann 21. august eydnaðist ikki at manna starvsnevndina. Harvið var eykaaðalfundur í gjár, 2. august, og tá var vent í holuni.
Tað eydnaðist at manna báðar nevndirnar við lít - starvsnevndina og ungdómsnevndina.
Starvsnevndin skipaði seg soleiðis:
Formaður: Njal Reinert-Petersen
Næstformaður: Fritleif á Lambanum
Kassameistari: Atli Petersen
Skrivari: Irdi Toftegaard
Nevndarlimur: Georges Rouah
Tiltakslimir: Fríði Reinert-Petersen og Rói Dálsá Olsen
Ungdómsnevndin er soleiðis skipað:
Formaður: Pól Hans á Grønatúgvu
Næstformaður: Mary-Ann Zachariassen
Skrivari: Klara Petersen
Nevndarlimir: Palma Tausen og Lillian Jacobsen
Tiltakslimir: Jenny á Lakjuni og Rógvi á Lakjuni Lassen
Sum tað sæst omanfyri, er formansskifti í felagnum. Georges Rouah tók við í januar 2020, men nú hevur hann latið staðfesttina víðari til Njal Reinert-Petersen.
Fritleif í Lambanum, sum leingi spældi á besta liði felagsins, er nú næstformaður í ÍF. Pól Hans á Grønatúgvu er formaður í ungdómsnevndini.
Hóast flotta 2-1 sigurin á HB leygardagin sær tað út til, at besta mansliðið hjá ÍF skal niður í næstbestu deildina aftur eftir hetta kappingarárið.
Felagið hevur tó millum annað fingið fíggjarligt støðufesti seinastu árini og eitt meira virkið ungdómsarbeiði, har Jóan Pauli Jacobsen framvegis er ungdómsvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald