Víkingur tapti fyrru steypahálvfinaluna móti HB mitt í mai (2-1) men við 4-0 sigrinum í seinnu hálvfinaluni fyri tveimum vikum síðani, gjørdist hetta tapið als ikki týðandi.
Annars hevur liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen ikki tapt í beint yvir tríggjar mánaðir; síðani í 4. umfari í Klaksvík. Seinastu sjey umførini hevur Víkingur fingið flest stig í Meistaradeildini og nú skal góða gongdin takast við í 1. umfar í Conference League.
Tað eydnaðist bæði í 2022 og í 2024, móti ávikavist Europa FC (Gibraltar) og Liepaja (Lettlandi), meðan tað í 2023 og 2025 kiksaði í fyrstu umførunum móti liðum úr ávikavist Andorra og Gibraltar.
Nú bíðar liðið, sum í løtuni liggur á 7. plássi í fremstu íslendsku deildini.
Stjarnan tekur ímóti í Reykjavík-útryðuni í kvøld, har tað sambært Eysturoyarportalinum vera umleið 70 Víkinga-fjepparar til staðar og stuðla.
Les eisini: Føroyskir víkingar stuðlaðu Gunnari Vatnhamar í Reykjavík - gjørdist skaddur undan dystinum
Tað snýr seg um at fáa so gott útgangsstøði sum gjørligt til heimadystin, sum verður við Djúpumýru um eina viku.
Fyrsta bríksl í Garðabær verður klokkan 20 føroyska tíð. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. Dysturin kann keypast fyri eitt gjald á solidsport.com
Conference League 1. umfar
Hósdagin 9. juli á Samsungarvølli, Garðabær
20.00: Stjarnan (Ísland) - Víkingur
Livescore: portal.fo
Stroyming: solidsport.com
Sí eisini: Fyrstu ferð í níggju ár móti íslendskari mótstøðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald