Í ár verður Føroya Tele millum stórstuðlarnar hjá Hondbóltssambandinum.
Føroya Tele og HSF hava nevniliga gjørt stuðulsavtalu fyri árið 2020.
– Virksemið hjá HSF er økt nógv seinastu fáu árini, serliga í landsliðshøpi, og tí krevst størri fígging og harvið fleiri stuðlar. Vit eru ógvuliga fegin um nýggja samstarvið við Føroya Tele og síggja vit stórar møguleikar í promovering av hóndbóltsítróttinum saman við teimum, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.
Eva Skeel Nolsø, HR- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele sigur, sambært heimasíðuni hjá HSF, at tey á Føroya Tele eisini hava sæð góðu úrslitini, sum føroysku landsliðini hava fingið og somuleiðis stóra áhugan, sum er fyri hondbólti í landinum sum heild.
– Við okkara tøkni síggja vit eisini møguleikar at fáa hondbóltin enn meira fram í ljósið og út til fólki, sigur Eva Skeel Nolsø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald