Annað

Føroyaleikir og Safari Transport FM kapping í Havnadali um vikuskiftið

Nógv hevur verið á skránni hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í vikuskiftinum.

(Mynd: Føroyskt Íslandsrossafelag)

(Mynd: Føroyskt Íslandsrossafelag)

2022-07-07 08:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv hevur verið á skránni hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í vikuskiftinum. Hóast keðiliga veðrið, var kappast í nógvum greinum, bæði hjá børnum, ungum og vaksnum – og spennandi kappingarárið endaði við árligu veitsluni hjá felagnum.

Byrjað var mikukvøldið við skeiðkapping á vøllinum í Marknagili, og fríggjadagin vóru innleiðandi í V5, T7, V5 barnaflokki, T7 barnaflokki, T2, V1, V1 ung, F1, T1 ung og T1. Allar finalurnar vóru leygardagin, tá Føroyaleikir samstundis vóru hildnir í Havnardali.

Tveir altjóða dómarar úr Íslandi komu fríggjadagin at døma kappingarnar – Svanhildur Hall og Svafar Magnusson.

Føroyska Íslandsrossafelagið skrivar, at tað er sera gott at fáa útlendskar dómarar til Føroya at døma, bæði fyri at fáa nýggj eygu viðhvørt, og eisini fyri at meta um, hvussu støðið er í Føroyum í mun til uttanlands.

Landsliðið, ið er mannað av Ester Dahl á Heygum, Ragnheiður Ólafsdóttir Dam, Knút Lützen og Beintu Debes, fer í august til Álands at kappast til NM, so hetta var sosatt síðsta kappingarvenjingin hjá teimum áðrenn tey fara avstað.

Og tað gekk sera væl hjá teimum, og endaðu tey øll á fyrsta plássi í flokkunum, tey kappaðust í.

Til hesa seinastu kappingina í ár varð skipað soleiðis fyri, at børnini vóru í flokki fyri seg.

– Tað var stuttligt at síggja, hvussu røsk og dugnalig, børnini eru – og hvussu nógv tey alsamt taka seg fram sum reiðfólk, skrivar Føroyska Íslandsrossafelagið.

Føroyaleikir 2022
Heiðursmerki vórðu eisini latin vinnarunum av Føroyaleikum 2022, og harumframt fingu allir luttakarar, hjálparfólk og dómarar t-shirts og góðar drekkidunkar.

Við hugnaligari veitslu um kvøldið, har borðreitt varð við góðum mati, endaði eitt gott kappingarár hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi. Flestu ross fara nú á beiti og fáa eina væl uppiborna “feriu” í nakrar vikur – og tað sama er eisini galdandi fyri reiðfólkini, verður sagt.

Úrslitini frá kappingunum:

Vinnarar, 100 m skeið
Nr. 1 Beinta Debes og Kór frá Norður-Hvammi
Nr. 2 Ranja Halsdóttir Djurhuus og Orka frá Marknagili
Nr. 3 Jóna Ólavsdóttir og Vídalín Víðir frá Strandarhöfði

Vinnarar, T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Regin Johannessen og Ósk frá Prestsbakka
Nr. 3 Jacklin Durhuus og Hafdís frá Syðri-Hofdölum

Vinnarar, T1 ung
Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 2
Nr. 3

Vinnarar, T7
Nr. 1 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni
Nr. 2 Gunnar Grækarisson og Kraftur frá Tindsgarði
Nr. 3 Lív Hilduberg Heinesen og Segull frá Kommu

Vinnarar, T7 børn
Nr. 1 Ranja Halsdóttir Djurhuus og Sirkill frá Þorkelshóli 2
Nr. 2 Bjørk Láberg og Kóngur frá Tindsgarði
Nr. 3 Yrsa Halsdóttir Djurhuus og Grettir frá Blesastöðum

Vinnarar, T2
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu
Nr. 3 Jacklin Durhuus og Amor frá Útnyrðingsstöðum

Vinnarar, F1
Nr. 1 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
Nr. 2 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Klettur frá Bessastöðum
Nr. 3 Jógvan Elias Joensen og Sóllilja frá Úlfsstöðum

Vinnarar, V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni
Nr. 3 Rebekka Jansdóttir Simonsen og Dögun frá Kirkjufelli

Vinnarar, V1 ung
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
Nr. 2 Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili
Nr. 3 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Brynjar frá Snartarstöðum

Vinnarar, V5
Nr. 1 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni
Nr. 2 Lív Hilduberg Heinesen og Segull frá Kommu
Nr. 3 Elma Laksáfoss og Vestri frá Vestra-Fífl

Vinnarar, V5 børn
Nr. 1 Dagny Maria B. Joensen og Kleópatra frá Kolsholti 3
Nr. 2 Ranja Halsdóttir Djurhuus og Sirkill frá Þorkelshóli 2
Nr. 3 Bjørk Láberg og Verandi frá Lítlu-Tungu 2

Vinnarar av Røktartallerkinum gjørdist Dagny Maria B. Joensen, og Samreiðsteypið vann Ása Bárðardóttir. Ársins reiðfólk gjørdist Knút Lützen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder