Leygardagin vann KÍ 3-0 á B36 í Gundadali og tryggjaði sær harvið sítt frysta FM-heiti í 20 ár.
Jóannes Bjartalíð var sum vera man ovurfegin eftir seinasta bríksl leygardagin. Nú skal hann venja nakrar dagar í Noreg. Hann var eisini í Noreg og royndarvandi í 2017
23-ára gamli Jóannes Bjartalíð setti punktum við beinleiðis frísparki og sínum 18. málið í Betrideildini í ár. Áleið hálvan tíma seinni lyfti 21-ára gamli Jákup Biskopstø Andreasen FM-steypið. Hesir báðir klaksvíkingarnir hava havt sera stóran týdning í føroyameistaraheitinum í ár, og Brekku-menninir eru nú á veg til Raufoss, har royndarvenjing er á skránni. Raufoss IF spælir í næstbestu norsku deildini.
Sí eisini: - Lyfti steypið ov tíðliga-hatta hendir ikki næsta ár
Bjartalíð: - Heilt ótrúligt
22-ára gamli Jóannes Kalsø Danielsen hevur saman við Jákupi og Jóannes spælt flestar minuttir fyri KÍ í ár. Stinni høgri bakkurin fekk sína landsliðsdebut í sigrinum móti Malta, og hann skal eisini til Noregs í næstum at royndarvenja. Tað er ikki heilt greitt enn, hvat lið talan verður um.
Jóannes Kalsø Danielsen í viðtalu við Portalin í Gundadali leygardagin
Jóannes, Jóannes og Jákup hava allir sáttmála við KÍ fyri komandi tvey árini.
Fótbóltur
Føroyameistarar skulu royna seg í Noreg
Tveir av størstu profilunum á KÍ-liðnum í ár venja komandi dagarnar við í Raufoss. Høgri bakkurin Jóannes Kalsø Danielsen skal eisini til Noregs at royndavenja í næstum.
Jákup Biskopstø Andreasen er saman við Jóannes Bjartalíð ávegis til Noreg (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-10-29 16:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald