Fótbóltur

Føroyameistararnir byrja á heimavølli móti steypavinnarunum

Nýggja liðið í kappingini, NSÍ, leggur fyri á heimavølli móti EBS/Skála.

KÍ og HB bresta saman í 1. umfari í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og HB bresta saman í 1. umfari í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-05 16:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltssamband Føroya boðar frá, at Betri Deildin 2020 hjá kvinnum er nú klár. Í ár verður talan um eina kapping við í alt seks liðum, í mun til trý undanfarnu árini har fimm lið hava verið í kappingini. Harvið verða 20 umfør leikt í 2020.

Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 22. mars. Liðini byrja á hendan hátt: 
B36 - ÍF/Víking/B68
NSÍ - EB/Streymur
KÍ - HB

Summarsteðgur verður 11. umfar 28. juni. Lagt verður fyri aftur 2. august.

Síðsta umfar í landskappingini hjá kvinnum verður á skránni 17. oktober. Soleiðis enda liðini kappingina:

NSÍ – ÍF/Víkingur/B68
HB – EBS/Skála
KÍ – B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder