Nú er greitt, hvussu landskappingin í Betri Deildini 2023 hjá kvinnum fer at síggja út. Tað kunngerð Fótbóltssambandið á heimasíðuni í kvøld.
Vikuskiftið 11. og 12. mars er fyrsta umfar á skránni, og tá eru dystirnir hesir: 07 Vestur – KÍ, EBS/Skála – TB/FCS/Royn, B36 – HB og Víkingur – NSÍ.
13. umfar, sum er síðsta umfar áðrenn summarsteðgin, verður spælt 1. juli, og lagt verður frá landi aftur fyrst í august mánað.
Landskappingin hjá kvinnum endar leygardagin 14. oktober. Í seinasta umfari fær HB vitjan av KÍ, í Sarpugerði møtast Víkingur og 07 Vestur, við Løkin í Runavík spæla NSÍ og EBS/Skála, og fjórði dysturin verður millum B36 og TB/FCS/Royn.
Stórsteypadysturin hjá kvinnum verður leygardagin 4. mars, tá KÍ og NSÍ møtast á Tórsvølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald