Fótbóltur

Føroyameistararnir fara til Turkalands á venjingarlegu

HB leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til kappingarárið í Antalya.

HB'arnir kundu í oktober fegnast um eitt sera sannførandi FM-heitið
(Mynd: Jens Kr. Vang)

HB'arnir kundu í oktober fegnast um eitt sera sannførandi FM-heitið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-06 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er bert ein góður mánaði til fyrstu dystirnir í Betri-deildini. Ymisku liðini fyrireika seg av øllum alvi, so at leikararnir eru so væl fyri sum møguligt til kappingarárið.

Bolt.fo skrivar í dag, at hópurin hjá HB fer til heitari stað at leggja seinastu hond á fyrireikingina til kappingarárið. Føroyameistararnir fara á venjingarlegu í Antalya í Turkalandi í eina viku; frá 20. februar til 27. februar. 

Tað er ikki heilt óvanligt, at føroyameistarin fer uttanlands undan kappingarbyrjan. Hetta gjørdi Víkingur fyri tveimum árum síðani - tað var eisini í Turkalandi - og B36 var á Gran Canaria í 2016.

HB møtir B36 í stórsteypadystinum 2. mars, og 10. mars byrjar Betri-deildin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder