Í dag verða føroyameistarakappingarnar í skeet og trap leirdúgvuskjóting.
Kappingin í skeet verður avgreidd á breytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála, og kappingin í trap verður avgreidd á breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík.
Vanliga plaga FM kappingarnar at verða í tveir dagar, men orsakað av útbygging av breytini á Sandvíkum, er avgjørt at stytta kappingarnar í ár, og avgreiða alt FM uppá ein dag, skrivar Skjótisamband Føroya í tíðindaskrivi.
Árið í ár hevur verðið serstakt fyri Skjótisamband Føroya. Millum annað altjóða limaskapur, og nýggj skjótibreyt í Leirvík, hevur havt jaliga ávirkan á føroyska ítróttarskjóting. Hetta sæst nú aftur í tilmeldinginum til FM, tí heili 33 íðkarar hava boðað frá luttøku, og hetta er met í FM søguni hjá Skjótisambandinum.
Byrjað varð at skjóta í morgun klokkan 9, og uml. klokkan 14.30 er greitt, hvør er FM vinnari í ár.
Aftrat heiðrinum at verða føroyameistari, telur kappingin við í Føroya Cup, Grand Prix, Makkarakappingini og í landslið-úttøkuni hjá Skjótisamband Føroya.
Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald