Hondbóltur

Føroyar – Danmark á stórskíggja við Tjarnir

Tað er ókeypis at hyggja eftir Golden League-dystinum millum Føroyar og Danmark við Tjarnir sunnudagin kl. 13.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-01 19:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, sunnudagin 2. november, verður høvi at uppliva spennandi hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Danmark á stórskíggja við Tjarnir.

Áðrenn dysturin byrjar, koma umboð fyri Hondbóltssamband Føroya at greiða frá um dystin, soleiðis at áskoðararnir fáa eina dygga upphiting og góðan samanhang við sjálvan dystin, skrivar HSF.

Dysturin byrjar klokkan 13, og dyrnar lata upp klokkan 12.15. Ókeypis atgongd er til tiltakið, sum verður skipað í samstarvi millum stórhøllina við Tjarnir og HSF.

– Øll eru hjartaliga vælkomin at stuðla okkara landsliði saman í góðum felagsskapi og góðum karmum við Tjarnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder