Hondbóltur

Føroyar - Rumenia verður vístur beinleiðis

Føroysku kvinnurnar skulu í kvøld takast við Cristinu Neagu og hinar úr Rumenia, ið stríðast fyri at koma til EM-endaspælið. Fyrsta bríksl á Hálsi verður klokkan 19.

Føroyar vóru á odda í steðginum, seinast Rumenia vitjaði á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar vóru á odda í steðginum, seinast Rumenia vitjaði á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-20 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær ferðir seinastu árini hevur føroyska kvinnulandsliðið í stórum pørtum av dysti móti Rumenia verið væl við. Til endanst er tað gloppið hjá rumenum, ið eisini eru stórfavorittar í kvøld og sum skulu vinna fyri at liggja væl fyri til at koma til EM.

Rumenia kappast við Eysturríki um tað, og lagt er upp til, at tað verður avgerandi dystur millum liðini um 2. plássi í bólkinum í Rumenia sunnudagin. Danmark kann - og fer allarhelst - at tryggja sær 1. plássi í kvøld.

33-ára gamla Cristina Neagu verður at síggja á Hálsi í kvøld. Hon hevur verið skaðadarvað seinastu árini og ikki spælt móti Føroyum áður. Bakspælrin er kosin heimsins besti leikari fimm ferðir og hevur skorað yvir 850 landsliðsmál. At tálma henni verður ein stór avbjóðing fyri føroyska liðið, ið er ungt, og roynir at byggja uppá eftir góðu dystirnar móti Eysturríki tíðliga í mars.

Í Rumenia í oktober í fjør fekk Jana Mittún sín fyrsta landsdyst, og í viðtalu við heimasíðuna hjá evropeiska hondbóltssambandinum hevur unga hoyvíkskvinnan greitt frá, hvussu tað var, og hvørjar ætlanir hon og føroyska liðið hava.

Dysturin í Høllini á Hálsi í kvøld byrjar klokkan 19 - atgongumerki kunnu keypast her. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 sigur frá. Vit hava eisini fólk á staðnum og hava ymiskt tilfar frá dystinum.


Les eisini: Skulu royna at bjóða Rumenia av aftur hesuferð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder