Leygarkvøldið var fullsett í Høllini á Hálsi, tá manslandsliðið spældi móti Týsklandi og avrikaði heilt væl í fyrra hálvleiki.
Í annaðkvøld skulu føroysku kvinnurnar takast við Rumenia á Hálsi og royna at skapa ein spenanndi dyst móti stórfavorittunum.
Tað gjørdu Føroyar í 2019, tá Rumenia vitjaði - í steðginum vóru Føroyar á odda, áðrenn rumenska verjan av álvara vísti styrki í 2. hálvleiki. Í fyrsta dystinum í hesari undankappingini, í oktober í fjør, gjørdi debutanturin Jana Mittún vart við seg, føroyska spælið var gott, munurin í steðginum var bert eitt mál, og tað var ikki fyrrenn síðstu løtuna, at rumenar drógu frá.
Aftur hesaferð er Rumenia stórfavorittur á pappírinum, men unga liðið hjá Sonna Larsen er á heimavølli og kann bíta frá sær. Talan er um næstseinasta umfar í EM-undankappingini.
Í mun til undanfarnu dystir móti Rumenia, er Cristina Neagu. Hon hevur verið úti við skaða, seinast liðini hava spælt. Talan er ikki um ein og hvønn leikara, ið vitjar: Neagu er kosin heimsins besti hondbóltsleikari heili fimm ferðir.
Hondbóltssambandið boðar frá, at til ber at keypa atgongumerki til dystin á atgongumerki.fo.
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster Håndbold (DEN)
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Vengur:
Ingibjørg Olsen, ÍBV (ISL)
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK (DEN)
Lív S. Poulsen, Ajax København (DEN)
Strikur:
Brynja Høj, Neistin
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
Pernille Brandenborg, Randers HK (DEN)
Bakkar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK (DEN)
Elsa Egholm, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Jana Mittún, H71
Natasja Hammer, Haukar (ISL)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71
Dystirnir verða leiktir ávikavist móti Rumenia í Føroyum mikudagin 20. apríl kl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald