Fótbóltur

Føroyar á kós móti flottum sigri

Og um 2-0 leiðslan heldur, so verður stigametið fyri eina undankapping javnað. Fyrri hálvleikur á Tórsvølli hevur verið frálíkur á ymsan hátt.

Árni Frederiksberg, ið hevur lagt upp til bæði málini, fegnast saman við Hanusi Sørensen. Nummar 20 skoraði fyrsta málið á flottan hátt (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg, ið hevur lagt upp til bæði málini, fegnast saman við Hanusi Sørensen. Nummar 20 skoraði fyrsta málið á flottan hátt (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-09 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Verjuspælið hevur verið væl skipað og í stóran mun sannførandi. Samstundis hava føroyingar hótt Montenegro væl í heystarveðrinum, og vit eru nú á sigurskós.

Árni Frederiksberg hevur havt næstseinasta fót á í báðum førum, og Meinhard Egilsson Olsen hevur verið við í báðum málunum. Sum ávikavist høgri vongur og fremtu maður, hava teir givið gestunum sínar trupulleikar.

[object Object]
Var tað Meinhard, sum skoraði, ella var tað sjálvmál? Tað er sum so líkamikið...

Høvuðbrýggj er eisini av Hanusi Sørensen, sum rennir, rennir...og rennir. Og eftir eitt korter tók hann tvey skørp trek og smekkaði bóltin í motegrinska netið.

Um úttrtykkið og avrikið heldur, so vinna Føroyar fyri triðju ferð í ár og javnar stigametið fyri eina undankapping (níggju stig).

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, hósdagin 8. september
Føroyar - Montenegro (2-0)
16' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 1-0
36' Meinhard Egilsson Olsen (Árni Frederiksberg) 2-0  - møguliga sjálvmá

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Mattias Heðinsson Lamhauge – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (L), Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstøa Andreasen, Hanus Sørensen – Meinhard Egilsson Olsen

Venjari: Eyðun Klakstein

Støðan í bólkinum undan dystinum:
1. Kroatia 12 stig (4 dystir)
2. Kekkia 12 stig (5 dystir)
3 Føroyar 6 stig (5 dystir)
4. Montenegro 6 stig (5 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

Fylg við á FM1 og á blogginum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder