
Eitt kalt, vátt og heldur vindhart hóskvøld á Tórsvølli. Føroyska heystið vísir seg frá sínari bestu síðu, og føroyski stríðsviljin skal koma til sjóndar í ellivu monnum og øllum kring teir.
Megnar Montenegro at standa ímóti hesum?
Tað er spurningurin, sum vit fáa svar uppá í kvøld.
Føroyingar ræðast ikki nakað av vindi og regni, og í heldur óstortliga veðrinum í kvøld, fer manslandsliðið eftir at vinna á hægri styrismettum liði. Og eftir at løna Montenegro tunga tapið í mars aftur, tá kvøldsins gestir avgjørdu í 95. minutti í kvøld.
Um veðrið: Vindurin minkar men regn aftur í kvøld
Les eisini: Eyðun Klakstein: - Vit trívast væl í vindi og regni
Sí eisini: Gunnar Vatnhamar vil hava seks stig: - Vit vilja gjarna hava vind og regn
Eyðun Klakstein staðfesti í gjár, at føroyska liðið við sigrunum á Gibraltar í undankappingini hevur gjørt tað, sum var minsta kravið. Nú verður farið eftir stigametinum og 3. plássinum, Til tess er helst neyðugt at vinna á Montenegro í kvøld. Gestirnir eru lítir favorittar. Teir hava skift venjara, og harvið er heldur ilt at meta um, júst hvat Montenegro kemur við í kvøld.
Liðið av Balkan er styrkismett nakað omanfyri Føroyar, men bæði í U21-høpi og í felagsfótbólti hava føroyingar staðið seg væl móti Montenegro. Størstu profilarnir hjá Montenegro spæla í Serie A, og liðið hevur serliga dygdir á tekniska økinum. So er spurningurin, hvussu tað fer at rigga hjá teimum á ógvuliga váta graslíkinum í kvøld. Føroyar vístu í Armenia í fjør, at man kann vinna á nakað hægri stykismettum liðum, og tað hevur verið nær við stig móti Kroatia og serliga Kekkia og Montenegro í ár, umframt Norðurmakedónia í fjør.
Allir 23 spælarar í hópinum eru við 100 prosent viss tøkir - uttan Hallur Hansson - sum helst verður spardur til sunnudagin, tá Kekkia vitjar. Royndi landsliðsliðformaðurin er heldur eymur í knænum. Harvið verður Odmar Færø helst føroyskur liðformaður, um Martin Agnarsson aftur byrjar inni ístaðin fyri Viljorm Davidsen í vinstru síðu.
Sí myndir frá seinastu venjingini undan dystinum móti Montenegro her
Dysturin byrjar klokkan 19.45, og FM1 sendir frá klokkan 18. Beinleiðis bloggur og nógv annað verður eisini gjøgnum kvøldið á Portalinum.
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, hósdagin 8. september
19.45: Føroyar - Montenegro
Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 12 stig (4 dystir)
2. Kekkia 12 stig (5 dystir)
3 Føroyar 6 stig (5 dystir)
4. Montenegro 6 stig (5 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)
Sí eisini: Jóan Símun nýtur hvørja løtu á landsliðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald