Fótbóltur

Myndir: Montenegro bíðar í morgin

Føroyska heystið og føroyski landsliðshópurin eru til reiðar at taka ímóti á Tórsvølli. Seinasta venjingin undan HM-undandystinum var seint seinnapartin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-08 21:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allir uttan Hallur Hansson eru tøkir, og føroyska málið undan dystinum móti Montenegro er greitt: Liðið fer eftir sigrinum.

Um tað eydnast, verður stigametið í einari slíkari undankapping tikið, og Føroyar fara at liggja væl fyri á 3. plássi í bólkinum.

Montenegro vann dystin millum liðini í mars eftir mál í 95. minutti. 

Dysturin í morgin, hósdagin 9. oktober, byrjar klokan 19.45.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók á Tórsvølli í dag, niðanfyri. Sí annað tilfar á Roysni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder